Innrita á Vangan
Undirsíða Bioanalytikari 2

Søk um arbeiðsloysisstuðul

Tú søkir um arbeiðsloysisstuðul umvegis Vangan.

Søk um arbeiðsloysisstuðul

Arbeiðsloysi verður staðfest frá tí degi, ALS móttekur umsóknina, og tí er týdningarmikið at søkja um arbeiðsloysisstuðul skjótast gjørligt.

Mælt verður til at senda umsóknina inn, hóast skjøl mangla. Vantandi skjøl skulu tá sendast inn umvegis Vangan innan 14 dagar

Samleikin
Fyri at rita inn á Vangan, skalt tú hava Samleikan hjá tær. Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú lesa nærri um, hvussu tú fært samleikan, her https://www.samleikin.fo/fo/fa-taer-samleikan/fa-samleikan

Av tí at tað kunnu ganga 2-3 yrkadagar, áðrenn tú fært Samleikan, kanst tú fráboða okkum um títt arbeiðsloysi her, soleiðis at arbeiðsloysið verður staðfest frá dags degi. Tá tú fært Samleikan, skalt tú senda okkum umsókn umvegis Vangan.

Eru serligar umstøður, sum gera, at tú ikki hevur Samleikan, kanst tú seta teg í sambandi við okkum á tel. 349550 ella senda okkum ein teldupost á als@als.fo.