Soleiðis kemur tú í ALS
Verður tú arbeiðsleys/ur, er umráðandi at boða ALS frá beinanvegin.
Tað eru ávísar treytir fyri at fáa rætt til arbeiðsloysisstuðul, og umráðandi er at kenna tær fyri at fáa fullan ágóða av rættindunum til stuðul.
ALS skal ikki bara lofta fíggjarliga. Skipanin skal og kann eisini hjálpa tær út aftur á arbeiðsmarknaðin skjótast til ber.
ALS virkar bæði sum arbeiðsávísing og roynir samstundis við ymsum átøkum, m.a. skeiðum og vegleiðing, at betra møguleikarnar hjá øllum at fáa arbeiði.
Arbeiðsloysi verður staðfest frá tí degi, ALS móttekur umsókn tín um arbeiðsloysisstuðul, tí er týdningarmikið at søkja um arbeiðsloysisstuðul skjótast gjørligt, tað kann kosta arbeiðsloysisstuðul, um tú drálar.
Møguligt tilknýti til arbeiðsgevara skal vera lokið, áðrenn tú kanst rokna teg sum arbeiðsleysa/n.
Tú søkir um arbeiðsloysisstuðul umvegis Vangan.
Mælt verður til at senda umsóknina inn, hóast skjøl mangla. Vantandi skjøl skulu tá sendast inn umvegis Vangan innan 14 dagar.
Samleikin
Fyri at rita inn á Vangan, skalt tú hava Samleikan hjá tær. Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú lesa nærri um, hvussu tú fært samleikan, her https://www.samleikin.fo/fo/fa-taer-samleikan/fa-samleikan
Av tí at tað kunnu ganga 2-3 yrkadagar, áðrenn tú fært Samleikan, kanst tú fráboða okkum um títt arbeiðsloysi her, soleiðis at arbeiðsloysið verður staðfest frá dags degi. Tá tú fært Samleikan, skalt tú senda okkum umsókn umvegis Vangan.
Eru serligar umstøður, sum gera, at tú ikki hevur Samleikan, kanst tú seta teg í sambandi við okkum á tel. 349550 ella senda okkum ein teldupost á als@als.fo.
Fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul skalt tú útfylla eina umsókn umvegis Vangan.
Í umsóknini svarar tú spurningum og greiðir frá m.a. arbeiðsroyndum, útbúgving og hvat arbeiði, tú kundi hugsað tær. Haraftrat skalt tú lata avrit av uppsøgn til ella frá arbeiðsgevara, t.e. skjøl sum vátta, at tú ikki longur hevur tilknýti til arbeiðsgevara.
ALS útvegar upplýsingar um tíni inntøkuviðurskifti frá Taks.
ALS brúkar upplýsingarnar í umsóknini til at staðfesta, um tú hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul.
Umsókn og fylgiskjøl mugu vera í lagi. Vanta upplýsingar og skjøl, fært tú boð um hetta. ALS kann loyva eini 14 daga freist at útvega prógv og røttu upplýsingarnar. Hevur ALS onki frætt frá tær, tá ið freistin er farin, fellur umsóknin um arbeiðsloysisstuðul burtur.
Hevur tú brúk fyri vegleiðing at útfylla umsóknina um arbeiðsloysisstuðul, ert tú vælkomin at venda tær til ALS. Vit leiðbeina fegin.
Øll, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, skulu vátta arbeiðsloysi aðru hvørja viku. Tú váttar arbeiðsloysi á Vanganum.
Við at vátta arbeiðsloysi váttar tú støðu tína á arbeiðsmarknaðinum fyri undanfarna 14 daga skeiðið – m.a. um tú hevur havt lønarinntøku hesa tíðina. Upplýsingarnar verða brúktar at rokna út, hvussu nógvan arbeiðsloysisstuðul tú skalt hava fyri 14 daga útgjaldsskeiðið.
Tíðarskeiðið, sum tú váttar, kallast ALS-vikan. Í ALS-kalendaranum her á heimasíðuni sært tú allar ALS-vikurnar og útgjaldsdagarnar í árinum. ALS-vikan byrjar mánamorgun kl. 0.00 og endar fríggjadag kl. 12.
Tú hevur skyldu at boða ALS frá øllum broytingum og viðurskiftum, sum kunnu ávirka tína støðu. Til dømis um tú:
- ikki ert arbeiðsleys/ur longur
- fært arbeiði – uttan mun til tímatal og inntøku
- byrjar sjálvstøðugt vinnuvirksemi
- fert í feriu, á sjúkrahús o.a.
- flytur úr Føroyum
- fert á skeið
- fert undir útbúgving, ið fer fram í vanligari arbeiðstíð
- missir ella fært skerdan arbeiðsførleika
- fært rætt til lógartryggjaða veiting (eitt nú gjald úr barsilsskipan ella avlamispensjón)
- fært ikki møtt til ásetta tíð hjá arbeiðsgevara ella ALS
- broytir telefonnummar ella teldupostbústað
Boða frá tíni broyttu støðu á Vanganum.
Sig annars kommunuskrivstovuni frá, um tú broytir bústað.
Umsókn um arbeiðsloysisstuðul skal altíð latast inn umvegis Vangan. Eisini um tú áður hevur fingið arbeiðsloysisstuðul.