Innrita á Vangan

Skeið

Fyrstu 3 mánaðirnar

Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ALS-skipanini verður dentur lagdur á innanhýsis skeið og samrøður hjá ALS. Hetta eru átøk, ið hava sum endamál at vegleiða teg at søkja størv, og at tú verður greiðari um tínar styrkir, møguleikar og framtíðarætlanir.

Hesa tíðina hevur tú vanliga ikki rætt til førleikagevandi skeið, tað er skeið, har tú mennir tínar førleikar á ávísum starvsøki. Tó ber t.d. til at fara á trygdarskeið, ið er neyðugt fyri at kunna fara til skips.

Ert tú framvegis arbeiðsleys/ur eftir tríggjar mánaðir, er møguligt at hyggja nærri at førleikamennandi skeiðum, sum kunnu betra útlitini at finna starv ella sum eitt møguligt stig til at fara undir útbúgving.

Treytin fyri at kunna fara á førleikamennandi skeið er, at tú hevur samband við tín starvsráðgeva.

Skeið

Sum partur av ALS hevur tú møguleika at fara á skeið, sum á ymsan hátt styrkja førleikar og møguleikar at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin.

Í lógini um ALS eru ásett rættindi og skyldur, sum arbeiðstøk hava í sambandi við skeið, førleikamenning og arbeiðsmarknaðarátøk. ALS skal taka útgangsstøði í tær og tíni støðu.

ALS skipar javnan fyri felags skeiðum, m.a. í at skriva umsókn og CV.

Alt eftir eftirspurningi eftir arbeiðsmegi og førleikum, ber til at taka ávís førleikagevandi skeið. Grundleggjandi er tað soleiðis, at tað er ALS, sum í hvørjum einstøkum føri metir um, hvørji skeið tann einstaki persónurin kann taka. Hetta inniber, at tú ikki frítt kanst velja millum alskyns skeið, sum tú hevur hug at taka.

Tað ber eisini til at fara á førleikamennandi skeið, og samstundis sleppa undan krøvunum at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum.

Endamálið við førleikamennandi skeiðum er at styrkja møguleikarnar fyri at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin og menna kunnleika- og førleikastøði.

Gev gætur, at tað er ALS, sum í hvørjum einstøkum føri játtar slík.

Førleikamennandi skeið kunnu í mesta lagi vara í tríggjar mánaðir.

Deil
Umsókn
Her kanst tú heinta umsóknarblaðið um at varðveita arbeiðsloysisstuðulin, meðan tú ert á skeið.