Innrita á Vangan
LSH_1920x300.jpg

Starv við lønarískoyti

Skipanin gevur arbeiðsleysum møguleika at fara í starv við lønarískoyti hjá einum arbeiðsgevara í upp til 5 mánaðir.

Endamálið við starvi við lønarískoyti

Endamálið er at geva tí arbeiðsleysa betri møguleikar at koma aftur í arbeiði, til dømis við at royna nýggjar vinnur.

Starv viði lønarískoyti er eitt gott høvi hjá arbeiðsgevarum og starvssøkjandi at læra hvør annan at kenna. Tað hendir seg meira enn so, at samstarvið eydnast so mikið væl, at avtala verður gjørd um fast starv eftir lokna starvið við lønarískoyti.

Høvuðsreglur fyri starv við lønarískoyti

Nakrar treytir skulu lúkast fyri at tú kanst fara í starv við lønarískoyti. Hetta eru høvuðstreytirnar:

  • Tú skal vera skrásett/ur arbeiðsleys/ur í ALS

  • Avtalan kann vara í mesta lagi 5 mánaðir

  • Lønin er sambært sáttmála/siðvenju

  • Starvstíðin er fulla tíð

  • Tú skal ikki hava verið í starvi hjá viðkomandi arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar. Í serligum førum, tá ið talan er um stór arbeiðspláss, kann undantak gevast

  • Tú skal vera tøkur til onnur størv, meðan tú ert í starvi við lønarískoyti 
Soleiðis søkir tú

Tað eru fleiri møguleikar.

Tú kanst sjálv/ur venda tær til arbeiðsgevaran og spyrja um arbeiði.

Ein annar møguleiki er, at starvsráðgevin ella virkisráðgevin hjá ALS finnur ein arbeiðsgevara, sum er sinnaður at hava fólk í starvi við lønarískoyti, og ein triðji er, at tú kann biðja um hjálp at fáa fatur á júst tí arbeiðsgevara, tú ætlar tær at arbeiða hjá.

Bæði arbeiðsgevari og tann arbeiðsleysi útfylla eitt serligt umsóknarblað um starv við lønarískoyti, sum síðani verður sent ALS.

Starvið við lønarískoyti kann ikki byrja, fyrr enn ALS hevur góðkent umsóknina. Umsóknarblaðið fært tú her.

Hvør rindar?

Skipanin við starvi við lønarískoyti virkar á tann hátt, at arbeiðsgevarin rindar tí arbeiðsleysa løn, eftirløn og frítíðarløn á vanligan hátt.

Arbeiðsgevarin fær síðani endurrindað eina upphædd, sum svarar til tann stuðul, ið tann arbeiðsleysi hevði fingið frá ALS. Tó fær arbeiðsgevarin ongantíð endurrindað meira enn 80% av lønini, sum hann rindar tí arbeiðsleysa.

Tíðarskeið

Starv við lønarískoyti verður játtað í mesta lagi upp til 5 mánaðir. Hetta verður gjørt í samskifti millum ALS, teg og arbeiðsgevaran.

Vilt tú ella arbeiðsgevarin stytta ella enda tíðarskeiðið av ein hvørjari orsøk, skal ALS skrivliga boðast frá hesum.

Sami arbeiðsgevari

Hevur tú verið í starvi hjá einum arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar, kanst tú ikki fara í starv við lønarískoyti hjá hesum sama arbeiðsgevaranum aftur.

Hetta er tó ikki galdandi, um talan er um stór arbeiðspláss sum t.d. Landssjúkrahúsið ella kommunurnar. Tá kanst tú fara í starv við lønarískoyti hjá sama arbeiðsgevara, men treytað av, at talan er um eitt annað arbeiðspláss.

Aftaná starvið við lønarískoyti

Tá ið avtalan um starv við lønarískoyti fer úr gildi, fært tú aftur rætt til stuðul úr ALS eftir somu reglum sum undan starvinum við lønarískoyti. Ikki er neyðugt at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul.

Útrokningargrundarlagið verður roknað av nýggjum, tá tú kemur aftur í Arbeiðsloysisskipanina, eftir at starvstíðin er endað. Nýggja útrokningargrundarlagið kann tó ikki verða lægri, enn tað var, frammanundan tú fór í starv við lønarískoyti. Dagarnir, tú ert í starvsvenjing, telja ikki við í tí dagatali, tú hevur rætt til útgjald frá ALS (648 dagar í undanfarna fýra ára skeiði).

Deil