Starvsvenjing
Starvsvenjing er ein skipan, har arbeiðsgevarar kunnu fáa arbeiðstøk í starvsvenjing í upp til 5 mánaðir. Arbeiðsgevarin fær endurrindað ein part av lønini.
Endamálið er at geva tí arbeiðstøka betri møguleikar at koma aftur í arbeiði, til dømis við at royna nýggjar vinnur. Haraftrat er hetta ein góður møguleiki hjá arbeiðsgevarum at royna nýggj starvsfólk eitt styttri tíðarskeið – við møguleika fyri at seta tey í fast starv, um samstarvið eydnast væl.
Fleiri arbeiðsgevarar og arbeiðstøk hava góðar royndir av skipanini, og javnan endar starvsvenjingin við einum føstum starvi.
Set teg í samband við ALS, um tú umhugsar at taka fólk í starvsvenjing, ella um tú vilt vita meira um skipanina.
Arbeiðstøk kunnu eisini sjálvi finna ein arbeiðsgevara og spyrja, um viðkomandi vil taka tey í starvsvenjing.
Kemur starvsvenjing upp á tal, útfylla arbeiðsgevarin og tann arbeiðstøki eitt serligt umsóknarblað, sum síðani verður sent ALS. Starvsvenjingin kann ikki byrja, fyrr enn ALS hevur góðkent umsóknina.
Nakrar treytir skulu lúkast fyri at fara í starvsvenjing. Hetta eru høvuðstreytirnar:
- Avtalan kann vara í mesta lagi 5 mánaðir
- Tann, sum skal í starvsvenjing, skal vera skrásettur arbeiðstøkur í ALS
- Lønin er sambært sáttmála/siðvenju
- Starvstíðin er fulla tíð
- Tann arbeiðstøki skal ikki hava verið í starvi hjá viðkomandi arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar, tó undantikið tá ið talan er um heilt stór arbeiðspláss
- Tann arbeiðstøki skal vera tøkur í starvsvenjingartíðarskeiðnum og hevur skyldu til at átaka sær ávíst arbeiði frá ALS. Tó bert í teimum førum, tá ið ALS ikki finnur annað fólk til starvið.
ALS metir, um starvsvenjingin lýkur treytirnar.
Skipanin við starvsvenjing virkar á tann hátt, at arbeiðsgevarin rindar tí arbeiðstøka løn, eftirløn og frítíðarløn á vanligan hátt.
Arbeiðsgevarin fær síðani endurrindað eina upphædd, sum svarar til tann stuðul, ið viðkomandi hevði fingið frá Arbeiðsloysisskipanini. Tó fær arbeiðsgevarin ongantíð endurrindað meira enn 80% av lønini, sum hann rindar.