Innrita á Vangan

Góð ráð, tá tú søkir starv

Hart arbeiði at leita eftir starvi

Ger tær greitt beinanvegin, at tað er krevjandi at søkja nýtt starv. Tú fert at brúka nógva orku til at leita í starvslýsingum, seta teg inn í fleiri ymisk arbeiðspláss, skriva umsókn, bíða eftir svari, fyrireika setanarsamrøður o.s.fr.

Hetta krevur ikki bara tíð, men eisini mentala orku, tí tú skalt vera fyrireikað/ur til, at tú kanska ikki altíð sleppur til samrøðu, og at noktandi svar kunnu koma.

Hinvegin er starvsleitanin ikki bara stríð og strev. Hon er eisini eitt gott høvi at gerast meira tilvitað/ur um tínar styrkir og førleikar, bæði fakliga og persónliga.

Fá yvirlit yvir tínar førleikar

Eitt tað fyrsta, tú eigur at gera, tá ið tú leitar eftir nýggjum starvi, er eina gjøgnumgongd av tínum førleikum. Á tann hátt fært tú fram upplýsingar, sum tú kanska ikki hevur hugsað um. Yvirlitið kanst tú brúka, bæði meðan tú leitar eftir starvi og í eini setanarsamrøðu.

Hugsa um hesar spurningar í yvirlitinum:

  • Hvat dugi eg?
  • Hvat vil eg?
  • Hvat havi eg lært undir míni útbúgving?
  • Hvat er mítt dreymastarv?
  • Hvar havi eg hug at arbeiða?
  • Havi eg eitt CV, sum vísir mínar førleikar og ynski?

Útbúgving er ikki neyðturviliga altavgerandi. Royndir gjøgnum arbeiði, felagsskapir, frítíðarítriv o.a. kunnu eisini telja við, tá ið starvið skal setast.

Hugsa um hesi viðurskifti, tá ið tú skalt meta um tínar førleikar:

  • Hvørja ábyrgd havi eg havt í verkætlanum?
  • Hvønn leiklut havi eg havt í toymum?
  • Hvørjar framferðarhættir og hvørji arbeiðsamboð kenni eg?
  • Hvat slag av uppgávum megni eg at loysa?
  • Havi eg rokkið úrslitum, eg kann vísa á?
Hvar eru størvini

Eitt gott mið at finna størv er at hyggja inn á starv.fo, har størv á alskyns økjum støðugt verða lýst leys.

Á starv.fo kanst tú tekna teg til at fáa fráboðan við telduposti, hvørja ferð eitt starv verður lýst leyst á einum øki, sum tú hevur áhuga fyri. Á tann hátt fært tú kunning, beinanvegin starvið er klárt at søkja.

Tú kanst eisini vitja heimasíður og Facebook-vangar hjá fyritøkum og stovnum, sum tú metir vera áhugaverd sum arbeiðspláss. Har eru ofta fráboðanir um leys størv. Og fylg eisini við øðrum sosialum miðlum, eitt nú Instagram. Fyrimunurin við at fylgja við hesi støðini er, at tú samstundis fært meira at vita um arbeiðsplássini. Hetta kann koma væl við, tá ið tú skrivar umsókn og skalt til setanarsamrøðu.

Ein triði møguleiki er, at tú sjálv/ur setir teg í samband við fyritøkur og stovnar. Rættiliga nógv størv verða nevniliga ongantíð lýst leys, men verða sett gjøgnum privat netverk hjá teimum, sum eiga ella starvast hjá fyritøkuni.

Við sjálv/ur at seta teg í samband við fyritøkuna kann tað væl henda, at tú ert á rætta stað í røttu løtu. Tú kanst ringja, senda eina umsókn ella fara inn á gólvið hjá fyritøkuni. Á tann hátt vísir tú, at tú veruliga hevur áhuga fyri fyritøkuni. Sum arbeiðsgevari er lættari at seta ein persón í starv, tú longu hevur heilsað uppá.

Sosialir miðlar – vinur ella fíggindi

Ger tær greitt, hvussu tú kanst brúka alnótina og sosialu miðlarnar, tá ið tú leitar eftir starvi. Og ver greið/ur yvir, at arbeiðsgevarin eisini kann brúka sosialu miðlarnar at finna upplýsingar um teg og aðrar umsøkjarar.

Tú kanst brúka Facebook og Instagram at leita eftir størvum, tí tað hendir seg meira enn so, at upplýsingar um leys størv síggjast á FB-vanganum hjá eini fyritøku. Tú kanst eisini í ávísan mun brúka sosialu miðlarar at varpa ljós á tínar førleikar, eitt nú um tú fæst við myndatøku, sniðgeving ella handverk.

Tað er týdningarmikið, at myndir, videobrot og tekstur á tínum vanga altíð tola vitjan av einum møguligum arbeiðsgevara. Ger regluliga gjøgnumgongd av tínum vanga og rudda út í myndum og øðrum, sum tú metir ikki tæna tær í eini starvssetan.

Dail
starv.fo
Á starv.fo verða størv innan alskyns øki støðugt lýst leys.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Eitt gott CV
CV er stytting fyri Curriculum Vitae, sum merkir ”stutt lýsing av egnari lívsgongd”.