Innrita á Vangan

Fóta tær aftur

At missa starv

At missa starvið kann vera ein skelkur fyri flestu okkara. Serliga um tú verður uppsøgd/uppsagdur, tí tað er jú eitt val, sum tú ikki sjálv/ur hevur tikið. Eisini um tú hevur valt at siga starvið frá tær, er hetta ein stór avgerð og ein týðandi broyting í lívinum.

Starvið hevur týdning fyri inntøkuna, samleikan, sosiala lívið og fyri vanarnar í gerandisdegnum. Knappliga er hetta burtur, og tú skalt eina tíð finna fótafestið í einum nýggjum fíggjarligum veruleika, broyttum gerandisdegi og eini aðrari fatan av, hvør tú sjálv/ur ert.

Tað er heilt natúrligt, at tú ávirkast av broytta veruleikanum, bæði sálarliga og kropsliga. Her kanst tú lesa um vanligastu ávirkanirnar av at gerast arbeiðsleys/ur og fáa góð ráð um, hvussu tú fótar tær aftur.

Strongd

Arbeiðsloysi kann geva óvissu um framtíðina, vánaliga fíggjarstøðu, einsemi og samleikakreppu. Tey flestu, sum eru arbeiðsleys, stríðast við krøv frá sær sjálvum, samfelagnum og einari skipan (ALS). Fleiri kenna stóra óvissu viðvíkjandi rættindum, reglum og lógum og kunnu lætt fáa kensluna av at hava mist ávirkanina á egið lív.

Kanningar staðfesta, at vandin fyri at gerast strongd/ur er munandi størri fyri fólk, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin, enn fyri tey, sum eru í starvi.

Tað er heilt vanligt at koma í eina samleikakreppu, tá ið tú ikki longur ert partur av arbeiðsmarknaðinum ella lestrarlívinum og skalt finna svarið til spurningin frá tær sjálvum/sjálvari ”Hvør eri eg uttan tað?” og so klassiska spurningin frá hinum ”Hvat gert tú?”

Oman á alt hetta kemur so áhaldandi jagstranin eftir dreymastarvinum, sum ger, at tú ongantíð kanst slappa av. Tey flestu kenna tað soleiðis, at tey eru arbeiðssøkjandi alt samdøgrið og allar dagar í vikuni.

Einsemi

Einsemi er eitt rættiliga vanligt fyribrigdi hjá arbeiðsleysum. Frá at hava ein gerandisdag saman við starvsfelagum á einum arbeiðsplássi skalt tú nú venja teg við ein nýggjan veruleika. Ongan at halda matarsteðg saman við, fakliga prátið við starvsfelagarnar er burtur, og ongin varnast, um tú ert sjúk/ur.

Fólk, sum eru arbeiðsleys, kunnu eisini hava minni hug at fara út millum fólk, tí tey orka ikki afturvendandi spurningarnar um, hvar tey starvast, ella hvussu gongst at søkja arbeiði.

Ein neiligur hugburður í samfelagnum til arbeiðsloysi – ”um tú ikki hevur eitt starv, má okkurt vera galið við tær” ella ”tímir tú ikki at arbeiða?” – kann gera tað minni hugaligt hjá arbeiðssøkjandi at fara til sosial tiltøk.

Góð ráð

Tú kanst gera nakað sjálv/ur at minka um strongd og kensluna av einsemi, meðan tú ert arbeiðsleys/ur. Her eru nøkur góð ráð:

  • Loyv tær at hava allar kenslur. Tað er í lagi at vera kedd/ur summar dagar og glað/ur aðrar dagar. Hetta er bara eitt tekn um, at tú ert eitt heilt menniskja.

  • Met hetta at søkja arbeiði sum eitt starv. Syrg fyri at hava frídagar, feriu og sjúkradagar. Minst til, at tín fremsta uppgáva er at søkja arbeiði, so kanska eigur makin líka væl at taka sær av húsligum skyldum sum tú.

  • Skipa gerandisdagin. Ger eina neyva ætlan fyri dagin, soleiðis at leitanin eftir arbeiði er innan fyri eitt ávíst tíðarbil. Soleiðis gert tú neyðugt pláss til tað, sum gevur tær orku og gleði.

  • Ávirka títt egna lív. Tú kanst ikki stríðast móti lógum og reglum, men tú kanst t.d. fyrireika teg til eina samrøðu hjá ALS og koma við einum uppskoti um, hvussu tú broytir tína støðu. Og hugsa um at skipa frítíðina soleiðis, at tú kanst fáa eitt gott lív uttan fyri uppgávuna at søkja størv.

  • Brúka tína styrki og tíni evnir. Luttak í frítíðarvirksemi, sjálvbodnum arbeiði ella fakligum tiltøkum, har tú kanst brúka tínar førleikar.

  • Leita upp sosial sambond. Øll hava brúk fyri sosialum sambondum, og næstringarnir eru ikki nóg mikið. Ver tí tilvitað/ur um at luttaka í felagsskapum og sosialum átøkum.

  • Rør teg. At ganga, renna ella íðka annan ítrótt minkar um strongd, gevur vælveru og bøtir um hýrin, tí rørsla setur gongd í sonevndu eydnuhormonini. Íðka onkuntíð saman við øðrum um gjørligt.

  • Finn samleika í øðrum enn arbeiði. Gongst striltið at finna starv, brúka so orku til aðrar partar av tínum lívi, t.d. vinir ella frítíðarítriv. Minst til, at tú ert nógv annað enn tín arbeiðssamleiki.
Deil