Innrita á Vangan

Tann góða umsóknin

Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni. Soleiðis økir tú møguleikan fyri, at arbeiðsgevarin varnast júst teg millum allar hinar umsøkjararnar.

Soleiðis skipar tú umsóknina

Umsóknin skal vera í beinleiðis samsvari við orðingarnar í starvslýsingini. Les starvslýsingina væl, serliga krøvini til umsøkjararnar. Halt teg tó ikki aftur, um tær manglar onkran av kravdu førleikunum.

Her eru nøkur góð ráð, hvussu tú byggir eina starvsumsókn upp:

  • Ein yvirskrift, sum kveikir áhuga: Fá íblástur úr starvslýsingini, har tú sært, hvørjum tey leita eftir. Ikki brúka vanligu orðingarnar so sum ”Viðvíkjandi starvinum sum …” ella ”Hervið loyvi eg mær at søkja starvið …”. Eitt dømi um eina góða yvirskrift kann vera ”Ágrýtin sjúkrarøktarfrøðingur gleðir seg til eitt avbjóðandi starv”.

  • Grundgev, hví tú søkir starvið: Greið frá, hvat íkast tú kanst geva fyritøkuni. Lat tað vera greitt, hvat fyritøkan fær burturúr at seta teg í starv, og hví tú persónliga heldur starvið vera júst nakað fyri teg.

  • Fokus á fakligar førleikar: Her skalt tú vísa, at tú hevur førleikarnar, sum arbeiðsgevarin sóknast eftir, og sum skulu til fyri at loysa uppgávurnar, ið eru nevndar í starvslýsingini. Ikki reksa alt upp, sum stendur í CV’num. Vel heldur út 2–3 førleikar og kom við dømum um, hví júst teir eru viðkomandi fyri starvið.

  • Lýs tína persónligheit: Greið frá tínum persónligu førleikum, og hvussu tú brúkar teir til arbeiðis. Vel 2–3 viðkomandi persónligar førleikar og lýs teir við dømum. Um tú skrivar, at tú hevur gott hugflog ella ert ruddilig/ur, kom so við dømum um hetta í umsóknini.

  • Ein góður endi: Enda umsóknina við at skriva, at tú fegin veitir fleiri upplýsingar, um tú fært høvi til tess, t.d. til eina samrøðu.
Sjey góðir vanar
  • Umsóknin skal vera stutt og greið, bæði í sniði og innihaldi. Skriva í mesta lagi eina síðu

  • Skriva einfalt og natúrliga. Lat vera við at skriva nakað, sum er sjálvsagt

  • Skriva í nútíð og hugsa í framtíð, tá ið tú skrivar umsóknina. Fá fram, hvussu tú kanst gerast ein virðismikil partur av starvsfólkahópinum frameftir

  • Brúka undiryvirskriftir í umsóknini fyri at gera hana greiðari og lættari at lesa

  • Legg dent á tað, tú dugir, heldur enn á vantandi førleikar

  • Skriva nýggja umsókn til hvørt starv, tú søkir. Tú kanst endurnýta summar orðingar, men umsóknin skal vera nýggj til hvørt starv

  • Bið onkran lesa umsóknina ígjøgnum fyri at vita, hvussu hon er skrivað, og fyri at kanna stavivillur.
Halt teg frá hesum mistøkunum
  • Standardumsóknir á alnótini ella umsóknin, tú brúkti seinast, eru no-go. Arbeiðsgevarin varnast tað beinanvegin. Umsóknin skal venda sær til júst tann arbeiðsgevaran og starvslýsingina, har tú søkir starvið. At tú endurnýtir onkra orðing er í lagi, men sjálv umsóknin má vera fesk og miðað ímóti starvinum, tú søkir. Vandin við standard-umsóknum er eisini, at tú gloymir at broyta navn á fyritøkuni ella søkir skeivt starv …

  • Hervið-loyvi-eg-mær-at-søkja-starvið-byrjanir kveikja ongan neista hjá arbeiðsgevaranum. Hav eina byrjan, sum beinanvegin vísir á tínar førleikar.

  • Ymisk skriftsløg og -støddir geva fatan av, at tú ert óruddilig/ur. Vel tær eitt skriftslag og eina tekststødd.

  • Orðaskvaldur sum ”Eg dugi at hava nógvar bóltar í luftini” og ”Eg dugi væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum” – hetta eru innantómir setningar, sum lítið og onki siga um teg. Kom heldur við dømum um, hvussu tú megnar at loysa fleiri uppgávur í senn, ella hvussu tú arbeiðir í toymum.

  • Stavivillur eru óhepnar í eini starvsumsókn – serliga um tær eru nógvar í tali. Fá onkran at lesa umsóknina ígjøgnum, um tú ivast í stavsetingini – og gjarna eisini, um tú ikki ivast …

  • Ov langur tekstur kann troytta arbeiðsgevaran. Skriva stutt og greitt og sker alt óneyðugt burtur. Umsóknin eigur í mesta lagi at fylla eina A4-síðu.

  • Ov yvirskipað og ópersónlig umsókn er eitt vanligt mistak. Umsóknin má vera vend móti starvinum, sum er lýst leyst. Og tú mást vísa greitt á sambandið millum tínar førleikar og tað, sum starvslýsingin leitar eftir.
Prógv og váttanir
  • Send bert avrit av prógvum og váttanum, um arbeiðsgevarin biður um hetta.

  • Í dag er vanligt at senda umsókn og CV við telduposti og síðani taka prógv og váttanir við til setanarsamrøðuna.
Tilvísingar

Tak støðu til, um tú vilt hava tilvísingar til fyrrverandi arbeiðsgevarar/starvsfelagar í tínum CV. Tað vil siga persónar, sum kunnu siga nakað um tíni evni at útinna eitt starv – bæði viðvíkjandi fakligum førleikum og persónligum eginleikum. Ella fyri at vátta, at tað, sum stendur í CV’num, er rætt.

Tað gevur størri trúvirði, um tú kanst vísa á ein ella tveir persónar, sum kunnu úttala seg.

  • Set teg altíð í samband við persónarnar, tú vísir til, áðrenn tú upplýsir teir sum tilvísingar. Tær nýtist tó ikki at kontakta tey hvørja ferð, tú søkir eitt starv.

  • Tilvísingarnar verða skrivaðar í CV.

  • Upplýs navn, starvsheiti, telefonnummar og teldupostadressu hjá teimum, ið víst verður til.

  • Arbeiðsgevarin hevur aloftast størstan áhuga fyri tilvísingum, ið hava samband við tína seinastu starvssetan.
Deil
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna
YouTube
Far á okkara YouTube kanal og fá góð ráð til setanarsamrøðuna.
Eitt gott CV
CV er stytting fyri Curriculum Vitae, sum merkir ”stutt lýsing av egnari lívsgongd”.