Um arbeiðsávísingina
Hjá Arbeiðsávísingini hava arbeiðsgevarar og starvssøkjandi møguleika at fáa samband við hvønn annan.
Øll starvssøkjandi – bæði tey, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, og onnur, sum ynskja tað, verða skrásett í arbeiðsávísingini hjá ALS við sínum førleikum, royndum og ynskjum. Tí hava vit altíð eitt yvirlit yvir, hvørji fólk eru tøk til arbeiðsmarknaðin.
Tørvar tær starvsfólk, eru vit altíð til reiðar at hjálpa. Haraftrat hevur tú eisini møguleika at lýsa eftir starvsfólki á starv.fo, sum er ein væl vitjaður portalur við nýggjastu størvunum.
Deil