Útgjald
Tað ganga nakrar vikur, til tú fært arbeiðsloysisstuðul útgoldnan fyrstu ferð. Vanliga tekur tað 2 vikur hjá ALS at viðgera umsóknina.
Eru umsókn og fylgiskjøl í lagi beinanvegin, gongur tað skjótari, enn um upplýsingar vanta.
Vanliga verður arbeiðsloysisstuðul útgoldin annan hvønn týsdag vikuna eftir ALS-vikuna. Útgjaldið verður flutt á kontu í peningastovnunum.
Í ALS-kalendaranum sært tú, nær tú fært útgjald frá ALS.
Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið varð staðfest. Hetta verður vanliga kallað útrokningargrundarlagið.
Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 80% av árligu grundlønini fyri 40 tíma arbeiðsviku hjá fastløntum sambært lønarsáttmálanum fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag umframt eftirlønargjaldið.
Arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 1009,23 kr. um dagin, sum svarar til í meðal 21.278 kr. um mánaðin. Útrokningargrundarlagið er óbroytt, meðan tú ert inni í skipanini.
Tá sáttmálalønirnar hækka, verður hægsti arbeiðsloysisstuðul roknaður av nýggjum. Nýggja útgjaldshámarkið verður galdandi frá fyrsta útgjaldsskeið eftir at nýggjur fastlønarsáttmáli er undirskrivaður millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fert tú úr ALS og kemur inn aftur í skipanina, kann tað ávirka útgjaldið, tí útgjaldið verður sum sagt altíð roknað eftir inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysi verður staðfest. Er minni enn eitt ár, síðan tú seinast vart í skipanini, varðveitir tú tó útrokningargrundarlagið frá seinast, um hetta var hægri.
Arbeiðsloysisstuðul kann í mesta lagi verða útgoldin í 648 dagar í einum 4 ára skeiði, ella um tú uttan steðg hevur verið í Arbeiðsloysisskipanini í fýra ár. Síðani steðgar útgjaldið, og tú hevur ongan rætt til arbeiðsloysisstuðul teir næstu 24 mánaðirnar. Eftir hetta kanst tú koma inn aftur í skipanina – eftir somu treytum sum tey, ið søkja um arbeiðsloysisstuðul fyrstu ferð.
Hóast arbeiðsloysið verður staðfest, longu tá ið tú boðar ALS frá, kann henda, at tú ikki fært stuðul fyrstu fýra vikurnar vegna karantenu.