Viðgerð av persónsupplýsingum
Soleiðis viðger Arbeiðsloysisskipanin (ALS) persónsupplýsingar
Tað er av stórum týdningi fyri ALS, at viðskiftafólk og borgarar annars, sum antin sjálvboðin ella sjálvvirkandi hava latið ALS persónsupplýsingar, kunnu verða trygg við, at ALS viðger persónsupplýsingar trygt og gjøgnumskygt.
Á hesi síðu ynskir ALS at greiða frá, hvørjar persónsupplýsingar ALS skrásetir, og hvussu ALS viðger hesar persónsupplýsingar. Eisini ynskja vit at kunna um, hvørji rættindi viðskiftafólk og borgarar annars hava, tá tað snýr seg um skráseting av persónsupplýsingum.
1. ALS er dátuábyrgdari, og soleiðis kemur tú í samband við okkum
Arbeiðsloysisskipanin
V-tøl: 406732, 407003, 597988
Tinghúsvegur 14
Postboks 3022
FO-110 Tórshavn
Teldupostur: als@als.fo
Elin Maria Bærentsen er dátuverndarfólk á ALS. Hon kann hittast á tel. 299511 og á telduposti elinm@als.fo.
2. Endamálið og rættarstøðið fyri viðgerðini av persónsupplýsingum
ALS viðger persónsupplýsingar í samband við umsiting av løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 20. desember 2016 (ALS-lógin), og kunngerðum, sum hava heimild í somu løgtingslóg.
Sambært ALS-lógini er endamálið við ALS, at:
- Veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys
- Virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði
- Umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin
3. Skráseting av persónsupplýsingum
ALS skrásetir hesar persónsupplýsingar :
Sjálvvirkandi umvegis Landsfólkayvirlitið:
- P-tal
- Navn
- Kyn
- Føðingardag
- Deyði (dagfesting)
- Bústaður
- Bústaðarsøga
- Ríkisborgaraskap
Sjálvboðið umvegis ymisk umsóknarbløð:
- Teldupost
- Telefonnummar
- Tíðarskeið við arbeiðsloysisstuðli og fiskavirkisstuðli
- Orsøk til arbeiðsloysi
- Útgoldnan stuðul
- Kontunummar í peningastovni og eftirlønarfelag
- Fakfelagslimaskap
- Frítíðarløn
- A-inntøku
- B-inntøku
- Samsýningar
- Pensjónir
- Lønarseðlar frá fiskavirkjum
- Arbeiði í útgjaldsskeiðum
- Feriutíðarskeið
- Sjúkrameldingar
- Starvsvenjingar
- Innkallingar
- Karantenur
- Noktanir til arbeiðstilboðum
- Stuðul frá øðrum útlendskum arbeiðsloysisskipanum (A-kassum v.m.)
- Lívsrensl (CV)
Skráseting av A-inntøku og B-inntøku verður fingin til vega umvegis TAKS, umsóknarbløð og skráseting av lønarinntøkum frá fiskavirkjum í samband við fiskavirkisstuðul.
Í sambandi við eftirlit skrásetir ALS upplýsingar um lønarinntøku v.m. frá arbeiðsgevarum. Í málum, har hetta førir til fyrisitingarligar avgerðir, verða persónar,sum hetta viðvíkir, altíð hoyrdir, um skrásettu upplýsingar eru rættar.
4. Skráseting og flokking av persónsupplýsingum
Í sambandi við skylduna hjá ALS at umsita ALS-lógina er neyðugt at skráseta upplýsingar um viðskiftafólk og borgarar. Hetta verður gjørt á tveir hættir:
- við at lata ALS persónsupplýsingar umvegis ymisk umsóknarbløð
- við at heinta upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum og arbeiðsgevarum
Ein persónsupplýsing er einhvør upplýsing ella meting, ið er knýtt at einum ávísum likamligum persóni. Viðgerð av persónsupplýsingum er øll nýtsla av tílíkum upplýsingum, sum til dømis innheinting, skráseting, goyming ella víðarigeving. Viðgerð av persónsupplýsingum kann bæði vera elektronisk ella ikki.
Viðkvæmar persónsupplýsingar
Í ávísum førum skrásetir ALS perónsupplýsingar, sum smb. lóg eru at rokna sum viðkvæmar. Viðkvæmar upplýsingar fevna um yrkisfelagsligt tilknýti, heilsustøðu, munandi sosialar trupulleikar, lit og ættarslag, átrúnaðarliga sannføring, politiska sannføring, heimspekiliga sannføring ella onnur heilt privat viðurskifti.
ALS hevur harumframt valt at flokka upplýsingar um løn, arbeiðsloysi og arbeiðsloysisútgjald sum viðkvæmar upplýsingar.
Hetta hevur við sær, at frágreiðingar um móttikin arbeiðstilboð, innkalling til samrøður, orsøk til arbeiðsloysi, váttanir frá arbeiðsgevara, pensjónir, frítíðarløn og samsýningar og líknandi somuleiðis eru at rokna sum viðkvæmar upplýsingar.
ALS hevur harumframt valt at flokka upplýsingar um løn, arbeiðsloysi og arbeiðsloysisútgjald sum viðkvæmar upplýsingar.
Hetta hevur við sær, at frágreiðingar um móttikin arbeiðstilboð, innkalling til samrøður, orsøk til arbeiðsloysi, váttanir frá arbeiðsgevara, pensjónir, frítíðarløn og samsýningar og líknandi somuleiðis eru at rokna sum viðkvæmar upplýsingar.
Vanligar persónsupplýsingar
Navn, bústaður, aldur, telefonnummar, teldupostbústaður, føðingardagur, kyn og ríkisborgaraskapur eru at rokna sum vanligar perónsupplýsingar, tvs. ikki viðkvæmar ella trúnaðarupplýsingar.
5. Víðarilatan av persónsupplýsingum
Í teimum førum, har aðrir almenninir myndugleikar hava krav um persónsupplýsingar, verða persónsupplýsingar latnir teimum at viðgera. Í teimum førum skal ALS tryggja sær, at heimildin at krevja persónsupplýsingar er í lagi.
Vanliga eru tað Føroya Kærustovnur, Almannaverkið og TAKS, sum biðja um persónsupplýsingar.
Harumframt verða upplýsingar latnar Hagstovu Føroya í sambandi við hagfrøðilig endamál.
Í sambandi við arbeiðstilboð hjá arbeiðsávísingini, letur ALS upplýsingar um navn og arbeiðsviðurskifti (CV) til arbeiðsgevarar.
Samtykki fyri hesum verður givið í umsóknini um arbeiðsloysisstuðul.
6. Innlit
Egið innlit
Ein og hvør persónur, ið er skrásettur hjá ALS, hevur sum útgangsstøði rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum eru skrásettar um seg sjálvan. Tá ið persónur vendir sær til ALS við umbøn um tílíkt innlit, skal ALS innan 14 yrkadagar savna saman skrásettu upplýsingarnar og geva persóninum eitt svarskriv, ið inniheldur:
- Navn og bústað ábyrgdarans og hjá umboðsfólkunum hjá stovninum, t.e. navn og bústað hjá ALS og stjóranum hjá ALS
- Navn og bústað hjá tí, ið hevur dagliga ábyrgd hjá ALS, t.e. hjá deildarleiðslu og trygdarleiðslu
- Endamálið við viðgerðini og heitinum á viðgerðini
- Hvørjar persónsupplýsingar verða viðgjørdar
- Hvaðani persónsupplýsingarnar eru útvegaðar
- Um persónsupplýsingarnar verða víðarigivnar og tá til hvønn
Alment innlit
Ein og hvør hevur rætt at fáa alment (generelt) innlit, t.e. upplýsingar um, hvørjar persónsupplýsingar ALS viðger. Tílíkar umbønir eiga at verða viðgjørdar innan 14 dagar, og tann, ið biður um innlit, eigur tá at fáa eitt svarskriv, ið upplýsir:
- Navn og bústað ábyrgdarans og hjá umboðsfólkunum hjá stovninum, t.e. navn og bústað hjá ALS og stjóranum hjá ALS
- Navn og bústað hjá tí, ið hevur dagliga ábyrgd hjá ALS, t.e. hjá deildarleiðslu og trygdarleiðslu
- Endamálið við viðgerðini og heitinum á viðgerðini
- Skrásettar persónsbólkar og sløgini av upplýsingum, sum viðgjørdar verða
- Hvaðani persónsupplýsingarnar eru útvegaðar
- Um persónsupplýsingarnar verða víðarigivnar og tá til hvønn
7. Kæra til Dátueftirlitið
Sambært § 30 í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004, hava viðskiftafólk og borgarar annars, har ALS hevur skrásett persónsupplýsingar, møguleika at kæra til Dátueftirlitið um viðgerð, sum viðvíkur honum ella henni.
8. Møguligar avleiðingar av ikki at halda upplýsingarskylduna
Í § 28, stk. 1 í Løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 17. desember 2020 (ALS-lógin), er ásett: "Hevur arbeiðsleysur givið Arbeiðsloysisskipanini skeivar upplýsingar, ella tagt um umstøður, sum hava havt týdning fyri arbeiðsloysisstuðulin, ella annars móti betri vitandi móttikið stuðul uttan at hava rætt til tess, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar frá tí arbeiðsleysa".
Deil