Kærunevndin
Avgerðir, sum eru tiknar við heimild í lóg um arbeiðsloysisstuðul – eitt nú um arbeiðsloysisstuðul, skeið og karantenu – kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið avgerðina frá ALS. Kærur skulu vera skrivligar.
Avgerðir hjá Føroya Kærustovni eru endaligar og kunnu ikki kærast víðari til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Postbústaðurin er:
Føroya Kærustovnur
Postboks 45
110 Tórshavn
Teldupostur: kaerustovnur@kaerustovnur.fo
Kærustovnurin hevur telefontíð mánadag til fríggjadag kl. 9.00 - 15.00. Telefonnummarið er 320585.
Deil