Innrita á Vangan
Undirsíða Flakakvinna 2

FV-kortið

 

Um FV-kortið

Fyri at fáa stuðul úr fiskavirkisskipanini skalt tú lata inn eitt FV-kort. Kortið er ein fráboðan til ALS um støðu tína sum arbeiðsleys/ur á fiskavirkinum seinasta útgjaldsskeiðið, t.e. seinastu 14 dagarnar. FV-kortið er við til at tryggja, at rætta upphæddin verður útgoldin.

Við FV-kortinum boðar tú frá:

  • hvørji tíðarskeið tú ert arbeiðsleys/ur á fiskavirkinum
  • um tú ert tøk/ur hjá fiskavirkinum í útgjaldsskeiðnum ella bert part av tíðarskeiðnum
  • lønarinntøku íroknað frítíðarløn
  • fundarpeningi og samsýningum
  • nær tú heldur frí/fert í feriu (Her hevur tú ikki rætt til arbeiðsloysisstuðul)
  • um tú ert givin at arbeiða á fiskavirkinum
  • um tú fert í skúla
  • um tú ert sjúkrameldað/ur
  • um tú ert farin í barnsburðarfarloyvi
  • broytingum og viðurskiftum annars, sum kunnu ávirka útgjaldið

FV-kortið fæst á fiskavirkinum.

Soleiðis fyllir tú FV-kortið út

Her verður greitt nærri frá, hvussu tú fyllir FV-kortið út. Klikk á menu'ina til vinstru.

Á forprentaða FV-kortinum eru teigarnir á forsíðuni útfyltir. Tá setir tú kross í teig 1a, 1b og 2 og fyllir út baksíðuna, um tað krevst. Er FV-kortið ikki forprentað, fyllir tú sjálv/ur teigarnar á forsíðuni út.

Teig 1 a - havt tilknýti til fiskavirkið

Tú setur kross við ja, um tú hevur havt tilknýti til fiskavirkið alt tíðarskeiðið, FV-kortið fevnir um. Hevur tú ikki havt tilknýti til virkið í tíðarskeiðnum, setur tú kross við nei. Hevur tilknýtið bert verið partvíst, setur tú kross við partvíst og útgreinir hetta á baksíðuni undir "Onnur fráboðan".

Teig 1 b - verið tøk/ur til arbeiði fyri fiskavirkið...

Tú setur kross við ja, um tú hevur verið tøk/ur fyri fiskavirkið alt tíðarskeiðið, FV-kortið fevnir um. Hevur tú ikki verið tøk/ur fyri fiskavirkið í tíðarskeiðnum, setur tú kross við nei. Hevur tú bert verið partvíst tøk/ur fyri virkið, setur tú kross við partvíst og útgreinir hetta á baksíðuni undir "Onnur fráboðan". 

Navn, bústaður, býur/bygd

Her skrivar tú navn, bústað og bý/bygd

Tíðarskeið

Her skrivar tú dagfestingina fyri útgjaldsskeiðið. Dømi: 25092000 - 08102000

Føðingardagur

Her skrivar tú føðingardagin hjá tær.

Skeið

Her skrivar tú nummarið á útgjaldsskeiðnum. Numrini finnur tú á FV-kalendaranum.

Fráboðan um annað arbeiði

Tá tú boðar frá, at tú hevur arbeitt hjá øðrum arbeiðsgevarum enn fiskavirkinum, tú ert knýtt/ur at, skulu vikurnar tilskilast hvør sær. Skriva hvussu nógvar tímar tú hevur arbeitt og inntøkuna í heilum krónum - íroknað frítíðarløn. 

Arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð, vikuskifti og halgidagar, skal eisini skrivast á FV-kortið.

Onnur fráboðan

Her sigur tú frá:

  • frá hvørjum degi tú ert tøk/ur hjá fiskavirkinum
  • tíðarskeiðnum, tú heldur frí - minst til, at frítíðin skal fráboðast í góðari tíð
  • frá hvørjum degi tú ikki ert tøk/ur hjá fiskavirkinum meira
  • um tú fert í skúla
  • um tú ert sjúkrameldað/ur
  • um tú fert í barnsburðarfarloyvi

Fundarpeningur/aðrar samsýningar

Her boðar tú frá fundarpeningi og øðrum samsýningum.

Er talan um fund, skalt tú í teigin "dagf./tíðarsk." skriva, nær fundurin hevur verið og í teiginum "tímar", hvussu leingi hann hevur vart. Er talan um samsýning, pensjón ella annað, sum tú fært fyri eitt tíðarskeið, skal tíðarskeiðið skrivast í henda teig.

Í upplýstu inntøkuni skal frítíðarløn vera íroknað.

Í teiginum "Frá hvørjum" skalt tú skriva hvør, ið hevur goldið tær fundarpeningin ella samsýningina.

 

Dail