Innrita á Vangan
Undirsíða Bioanalytikari 2

Karantena

Karantena merkir, at tú missir rættin til arbeiðsloysisstuðul eitt tíðarskeið.

Tú kanst fáa karantenu, í samband við at tú søkir inn í Arbeiðsloysisskipanina, og eisini meðan tú ert inni í Arbeiðsloysisskipanini.

Karantena í sambandi við arbeiði
Tú fært karantenu í 8 vikur, um tú:

  • Ert burturvíst/ur frá tínum arbeiði vegna tænastubrot

  • Sjálv/ur hevur sagt teg úr starvi uttan haldgóða grund

Karantena í sambandi við arbeiði
Tú kanst eisini fáa karantenu, eftir at tú ert byrjað/ur at fáa arbeiðsloysisstuðul. Tað hendir, um tú sigur nei til arbeiði, sum ALS ávísir tær. Sigur tú nei til ávíst arbeiði, verður tú biðin um at lata ALS eina frágreiðing um orsøkina til ikki at taka av arbeiðinum. ALS má gera eina ítøkiliga meting av, um tú hevur haldgóða orsøk at nokta.

Metir ALS, at orsøkin ikki er haldgóð, kanst tú fáa karantenu í 4, 8 ella 12 vikur. Hetta merkir, at tú ikki fært arbeiðsloysisstuðul hetta tíðarskeiðið.

Dail
ALS-lógin
Tú kanst lesa nærri um karantenu í §§ 18 og 19 í ALS-lógini.