Innrita á Vangan

Eitt gott CV

Hvat er eitt CV?

CV er stytting fyri Curriculum Vitae, sum merkir ”stutt lýsing av egnari lívsgongd”. Tað vil siga ein lýsing av, hvør tú ert, og hvat tú hevur gjørt. CV’ið skal vísa starvsroyndir, útbúgving/ar og meira nágreiniliga, hvat tú hevur gjørt og lært higartil.

Eitt CV skal altíð vera eitt ískoyti til sjálva umsóknina um starv. CV’ið og umsóknin eiga at styðja hvørt annað og skulu sendast saman til arbeiðsgevaran. Umsóknin hevur fokus frameftir, og CV’ið lítur meira aftureftir – á tað, tú hevur lært og avrikað.

Tað er týdningarmikið, at CV’ið er skipað og snøgt. Brúka tíð til at meta um uppseting, skriftslag og -stødd.

  • Skriva í mesta lagi 2 síður.

  • Brúka vanligt skriftslag og -stødd á stavum – til dømis Times New Roman ella Arial stødd 12.

  • Brúka sama skriftslag til CV og umsókn.

  • Um tú skalt senda umsókn og CV við telduposti, brúka so pdf.format. Tað er umráðandi, at viðfestu skjølini eru navngivin greitt, soleiðis at arbeiðsgevarin beinanvegin sær, at tú ert vælskipað/ur.

  • Um títt CV fyllir 2 síður, skriva tá navn á báðar síðurnar, so at arbeiðsgevarin ikki er í iva um, hvør eigur CV’ið.
Ymisk sløg av CV

Tað eru fleiri hættir at skriva CV, men vanligt er at býta CV upp í tveir høvuðsbólkar: Kronologiskt CV, sum leggur dent á útbúgving og starvssetan, og so førleika-CV, har tú greiðir frá, hvat tú hevur lært í tínum størvum.

Mest brúkta CV’ið er tað kronologiska, har nýggjastu royndirnar standa fyrst, og sum gevur eitt skjótt yvirlit yvir tínar royndir.

Kronologiska CV’ið kann tó skjótt avdúka, um tú ert nýútbúgvin ella hevur verið leingi burtur frá arbeiðsmarknaðinum. Í tí førinum er eitt betri hugskot at nýta førleika-CV, har tú snikkar tað til rundan um teir førleikar, sum nýggja starvið krevur. Her bólkar tú førleikar og avrik tíni undir ymisk temu og yvirskriftir.

Kronologiskt CV

Kronologiska CV’ið er tað vanligasta og er tað, sum arbeiðsgevarar kenna best. Her greiðir tú frá útbúgving, størvum, skeiðum o.ø. Hetta skal gerast í øvutari kronologiskari raðfylgju, soleiðis at tú altíð nevnir tað nýggjasta fyrst.

Brúka hendan leistin til kronologiskt CV:

  • Persónligar upplýsingar: Navn, bústað, telefon, teldupost, aldur ella føðingardag.

  • Arbeiðsroyndir: Skriva starvsskeiðið í árstølum, navnið á fyritøkuni og starvsheitið hjá tær í fyritøkuni. Undir hvørjum starvsskeiði skrivar tú nakrar reglur um tínar arbeiðsuppgávur, ábyrgdarøki og mest týðandi avrik tíni. Hevur tú verið í nógvum størvum fyri fleiri árum síðan, kanst tú umhugsa at leggja øll saman undir yvirskriftini ”Onnur størv”.

  • Útbúgving: Hevur tú akademiska útbúgving ella aðra longri útbúgving, nýtist tær ikki at nevna miðnámsútbúgving.

  • Skeið: Nevn tey skeiðini, tú metir vera mest viðkomandi fyri starvið. Søkir tú starv á heilsuøkinum, legg so dent á skeið, sum hava við hetta økið at gera.

  • Privatpersónurin: Hesin parturin gevur eina mynd av tær sum menniskja, og hvørjum tú brennur fyri. Tú kanst t.d. nevna frítíðarítriv, møgulig álitisstørv, familjuviðurskifti og hjúnastøðu.
Førleika-CV

Verður eisini nevnt ”Funktionelt CV”. Her leggur tú dent á úrvaldar førleikar, sum svara til krøvini í starvslýsingini. Savna førleikarnar undir yvirskriftum sum ”samskifti” ella ”leiðsluroyndir”.

Fyrimunurin við hesum CV’num er, at tú savnar tínar royndir undir einum førleikabólki og setur kikaran á júst hann. Vansin er tó, at tað kann vera trupult at fáa yvirlit yvir tíni størv, og í hvussu stóran mun tú hevur brúkt tínar førleikar.

Í førleika-CV’num byrjar tú eisini við tínum persónligu upplýsingum, sum eru nevndar undir kronologiska CV’num. Síðani kanst tú skriva nakrar heilt fáar reglur, sum lýsa reyða tráðin í tínum arbeiðslívi.

Síðani velur tú einar 4–5 av týdningarmestu førleikum tínum, sum samsvara við starvið, tú søkir. Lýs stutt tínar royndir undir hvørjum einstøkum av hesum førleikum.

Eftir hetta skrivar tú starvssetanir, útbúgvingar, skeið, frítíðarítriv, møgulig álitisstørv og familjuviðurskifti – á sama hátt sum í kronologiska CV’num.

Hetta eigur at vera í CV´num

Eitt CV er rættiliga persónligt, og tí er ongin føst uppskrift, hvussu títt CV eigur at síggja út. Men hetta eigur at vera í CV’num:

  • Persónligar upplýsingar sum navn, føðingardagur (aldur), bústaður, telefon og teldupostadressa
  • Starvsroyndir –e. starvssetanir og arbeiðsuppgávur
  • Útbúgving/ar
  • Fakligir førleikar
  • Persónligir førleikar

Umhugsa eisini at nevna:

  • Málkunnleika
  • KT-førleika
  • Frítíðarítriv
  • Familjuviðurskifti, eitt nú hjúnastøðu

Minst til at meta um, í hvørjum einstøkum føri hvørjar upplýsingar skulu takast við. Tað, sum kann vera viðkomandi fyri eitt starv, er ikki altíð líka viðkomandi fyri eitt annað starv.

Deil
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna.
YouTube
Far á okkara YouTube kanal og fá góð ráð til setanarsamrøðuna.