Innrita á Vangan

Vátta arbeiðsloysi

Sjálvgreiðslan, har tú váttar arbeiðsloysi, er flutt á Vangan.

Vátta arbeiðsloysi

Samleikin
Fyri at rita inn á Vangan, skalt tú hava Samleikan hjá tær. Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú lesa nærri um, hvussu tú fært Samleikan, her https://www.samleikin.fo/fo/fa-taer-samleikan/fa-samleikan

Gjørt skal vera vart við, at tað kunnu ganga 2-3 yrkadagar, áðrenn tú fært Samleikan.

Eru serligar umstøður, sum gera, at tú ikki hevur Samleikan, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel. 349550 ella senda okkum ein teldupost á als@als.fo.

Gamla sjálvgreiðslan virkin til og við 18. oktober
Gamla sjálvgreiðslan, har tú hevur váttað arbeiðsloysi, verður virkin til og við 18. oktober, so tú hevur góðar stundir at fáa tær Samleikan, um tú ikki longu hevur hann. Tú fært atgongd til gomlu sjálvgreiðsluna her. Eftir 18. oktober fer ikki longur at bera til at vátta arbeiðsloysi á gomlu sjálvgreiðsluni.

Hevur tú nakrar spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 349550 ella á teldupost als@als.fo.

Vátta arbeiðsloysi
Her kanst tú fáa meiri kunning um at vátta arbeiðsloysi