Innrita á Vangan
Ferdast.jpg

25.06.2020

Koronaskipanin: Fólk, sum halda frí, hava ikki rætt til lønarískoyti í feriuni

Fyri at hava rætt til lønarískoyti skal starvsfólk vera sent heim av arbeiðsgevaranum. Tá persónur heldur frí – t.d. summarfrí – so er persónurin ikki longur at meta sum heimsendur, og lýkur tí ikki treytirnar fyri at fáa lønarískoyti. Tað merkir, at tá starvsfólk, sum arbeiðsgevari hevur meldað inn í serligu korona-skipanina hjá ALS, halda frí, so hava tey ikki rætt til lønarískoyti.

Tað er tí sera umráðandi, at arbeiðsgevarin sigur ALS frá, tá starvsfólk fara í feriu. Eitt serligt oyðublað skal útfyllast, tá starvsfólk halda feriu, oyðublaðið finnur tú her https://www.als.fo/korona/umsoknarblod/

Vit skulu gera vart við, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at boða ALS frá, nær starvsfólk heldur frí.

Boðar arbeiðsgevarin ikki ALS frá rættstundis, koma broytingarnar ikki við í komandi útgjaldinum, og verður tað tí goldið ov nógv út í lønarískoyti av órøttum, verður tað kravt aftur arbeiðsgevaranum. Hetta er eisini galdandi fyri aðrar upplýsingar um broytingar í setanarviðurskiftunum, sum ávirka útgjaldið av lønarískoyti.

Deil

Onnur tíðindi