Innrita á Vangan

Soleiðis fótar tú tær aftur

Juni 2019

Arbeiðsleys eru í størri vanda enn onnur at gerast strongd og kenna einsemi. Men fólk kunnu gera nógv sjálvi fyri at fóta sær aftur.

At missa arbeiðið sendir tey flestu út í kreppu eina tíð. Kanningar staðfesta, at arbeiðsleys í størri mun enn onnur kunnu verða rakt av strongd, og fleiri dragast við einsemi.

Framtíðin gerst óvissari, fíggjarstøðan versnar, og tú veitst ikki, nær og um tú finnur eitt nýtt starv. Haraftrat er gerandisdagurin við tínum gomlu starvsfelagum burtur, og tú hevur kanska ikki hug at fara til veitslur ella føðingardagar, tí tú orkar ikki hesar afturvendandi spurningar um arbeiði.

Oman á alt hetta kemur áhaldandi jagstranin eftir starvinum, sum ger, at tú ongantíð kanst slappa av. Tey flestu kenna seg at vera arbeiðssøkjandi alt samdøgrið og allar dagar í vikuni.

Tað finst ongin liðug uppskrift til, hvussu tú kemur best ígjøgnum eitt tíðarskeið við arbeiðsloysi. Tað, sum riggar best hjá onkrum, nýtist ikki at vera rætt fyri ein annan. Men her eru nøkur góð ráð, hvussu tú fótar tær best í støðuni:

  • Loyv tær at hava allar kenslur. Tað er í lagi at vera kedd/ur summar dagar og kenna gleði aðrar dagar. Hetta er bara eitt tekn um, at tú ert eitt heilt menniskja.

  • Met hetta at søkja arbeiði sum eitt starv. Syrg fyri at hava frídagar, feriu og sjúkradagar. Minst til, at tín fremsta uppgáva er at søkja arbeiði, so kanska eigur makin eins væl at taka sær av húsligum skyldum sum tú.

  • Skipa gerandisdagin. Ger eina neyva ætlan fyri dagin, soleiðis at leitanin eftir arbeiði er innan fyri eitt ávíst tíðarbil. Soleiðis gert tú neyðugt pláss til tað, sum gevur tær orku og gleði.

  • Ávirka títt egna lív. Tú kanst ikki stríðast móti lógum og reglum, men tú kanst t.d. fyrireika teg til eina samrøðu hjá ALS og koma við einum uppskoti um, hvussu tú broytir støðuna. Og hugsa um at skipa frítíðina soleiðis, at tú kanst fáa eitt gott lív uttan fyri uppgávuna at søkja størv.

  • Brúka tína styrki og tíni evnir. Luttak í frítíðarvirksemi, sjálvbodnum arbeiði ella fakligum tiltøkum, har tú kanst brúka tínar førleikar.

  • Leita upp sosial sambond. Øll menniskju hava brúk fyri sosialum sambondum, og næstringarnir er ikki nóg mikið. Ver tí tilvitað/ur um at luttaka í felagsskapum og sosialum átøkum.

  • Rør teg. At ganga, renna ella íðka annan ítrótt minkar um strongd, gevur vælveru og bøtir um hýrin, tí rørsla setur gongd í sonevndu eydnuhormonini. Íðka onkuntíð saman við øðrum um gjørligt.

  • Finn samleika í øðrum enn arbeiði. Gongst striltið at finna starv, brúka so orku til aðrar partar av tínum lívi, t.d. vinir ella frítíðarítriv. Minst til, at tú ert nógv annað enn tín arbeiðssamleiki.

Deil