Innrita á Vangan

Tey flestu arbeiðstøku hava útbúgving

Juni 2019

Útvið 60% av teimum, sum í dag eru skrásett sum arbeiðsleys, hava okkurt slag av útbúgving.

Tey, sum eru skrásett sum arbeiðstøk í ALS, eru rættiliga ymisk, tá ið tað snýr seg um útbúgvingarligar førleikar. Fleiri hava als onga skúlagongd eftir fólkaskúlan, summi hava bara miðnám, og so eru tað nógv, sum hava yrkisútbúgving.

Ein uppteljing hjá ALS vísir, at av teimum 260 fólkunum, sum vóru skrásett arbeiðstøk hálvan apríl í ár, høvdu 32% onga útbúgving eftir fólkaskúlan, og 9% høvdu miðnám sum sína longstu skúlagongd.

Størsti bólkurin er tey, sum hava eina yrkisútbúgving t.d. á skrivstovu ella í handverki og styttri útbúgvingar í heilsurøkt. Tey telja 38% av teimum arbeiðstøku í ALS.

So eru tað tær meira akademisku útbúgvingarnar. Her hava 13% av teimum skrásettu eina bachelorútbúgving. Í hesum bólkinum roknast eisini fólk við lærara- og námsfrøðiútbúgving. Og 8% hava útbúgving á kandidat- ella masterstigi. Tað vil siga, at 21 prosent av teimum arbeiðstøku hava hægri útbúgving.

Samanumtikið vísir uppteljingin, at tilsamans 41% av teimum skrásettu í ALS hava onga útbúgving, og 59 % hava okkurt slag av útbúgving.

Deil