2023 gjørdist eitt gott ár hjá Arbeiðsloysisskipanini
Stýrið fyri ALS hevur samtykt ársroknskapin hjá ALS fyri 2023.
Roknskapurin vísir eitt avlop á 225,8 mió. krónur, sum er tað mesta í søguni hjá ALS. Ársúrslitið er slakar 201 mió. krónur betri enn tað var í 2022.
Eginognin hjá ALS er nú komin upp á 1.333 mió. krónur.
Lága arbeiðsloysið, sum hevur verið í Føroyum seinastu nógvu árini, helt fram í farna ári, og í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið í 2023 júst tað sama sum árið fyri – 0,8%.
Tíggjunda árið á rað var arbeiðsloysið í Føroyum í 2023 tað lægsta samanborið við onnur lond í Evropa, og var eitt tað lægsta yvirhøvur í øllum heiminum. Tað var bara í londunum Katar, Kambodja og Niger at arbeiðsloysið í 2023 var lægri, enn tað var í Føroyum.
Samlaðu inngjøldini vóru 232,3 mió. krónur, sum er tað mesta, síðani ALS-gjaldið lækkaði 1. januar 2021 og tað triðmesta yvirhøvur, síðani ALS var stovnað fyri 32 árum síðani.
Undantikið árið við korona-smittuni eru samlaðu útgjøldini rættiliga støðugt minkaði síðani 2011, tá ALS rindaði 308,4 mió. krónur í arbeiðsloysisstuðli. Í 2023 vóru samlaðu útgjøldini av arbeiðsloysisstuðli 58,3 mió. krónur í mun til 62,5 mió. krónur í 2022.
Útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli minkaðu við 4,6 mió. krónum úr 31,5 mió. krónum niður í 26,9 mió. krónur. Hinvegin vuksu útgjøldini úr fiskavirkisskipanini nakað - úr 28,1 mió. krónum upp í 28,3 mió. krónur.
Samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini fór harvið upp um útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðli. Tað er fyrstu fer, at tað er komið fyri.
Skiftisavlopið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 175,26 mió. krónur í mun til 159,6 mió. krónur í 2022.
Starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu við 505 tús. krónum, sum svarar til eina hækking á 3,0%, sum er nakað minni enn tað, sum sáttmálalønirnar hækkaðu.
Rakstrarkostnaðirnir vóru 5,3 mió. krónur, sum er eitt tað lægsta seinastu nógvu árini.
Samlaðu virðisbrævaognirnar vuksu við sløkum 215 mió. krónum og vóru 1.274,1 mió. krónur við árslok í 2023.
Rættiligt órógv var á altjóða fíggjarmarknaðunum í 2022. Tað hevði við sær, at Arbeiðsloysisskipanin hevði ein miss á 113,1 mió. krónur av fíggjarognunum tað árið. Árið 2023 royndist hinvegin væl, og inntøkurnar av fíggjarognunum vóru 73,9 mió. krónur, sum svarar til eina renting á 6,5%
Ársúrslitið í 2023 var eitt avlop á 225,8 mió. krónur, sum er 201,0 mió. krónur meiri enn í 2022.
Við árslok var eginognin 1.333 mió. krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.
”Stýrið og stjórnin fyri ALS eru væl nøgd við úrslitið. Bæði skiftisavlopið og ársúrslitið vóru munandi betur enn árið fyri, og við avlopinum í 2023 er Arbeiðsloysisskipanin styrkt enn meira, langtíðarhaldførið er gott, og skipanin er fíggjarliga sera væl fyri at standa ímóti bakkøstum, sum kunnu koma”, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS
Leinki til ársroknskapin fyri 2023 : https://als.cdn.fo/savn/ow2lpn55/arsroknskapur-2023.pdf?t=111&s=eYpPuqeqO_92J6SdQCuHRLzYOP4
Deil- Upplatingartíðir um jólini 12.12.2024
- Holiday Opening Hours 12.12.2024
- ALS er nú á Vanganum 16.09.2024
- ALS is now on Vangin 16.09.2024
- Summer Holidays: The Office is closed from July 15th to August 2nd 19.07.2024
- 2023 gjørdist eitt gott ár hjá Arbeiðsloysisskipanini 11.07.2024
- ALS-gjaldið og hækkaði fólkapensjónsaldurin 28.06.2024
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 15. juli - 2. august 25.06.2024
- Minst til at fráboða feriu 11.06.2024
- ALS-gjaldið lækkaði 1. januar 28.12.2023
- Upplatingartíðir um jólini 15.12.2023
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 17. juli - 4. august 07.07.2023
- Minst til at fráboða feriu 19.06.2023
- Avlop hóast stóran miss av fíggjarognunum 31.05.2023
- Upplatingartíðir um jólini 19.12.2022
- Metlágt arbeiðsloysi 05.09.2022
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 18. juli - 5. august 14.07.2022
- Jobmatch millum føroyskar arbeiðsgevarar og ukrainskar flóttar 12.05.2022
- Upplatingartíðir um jólini 15.12.2021
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 19. juli - 6. august 05.07.2021
- Skrivstovan í Saltangará letur aftur 16.02.2021
- Útgjaldið verður á kontu í morgin, 3. februar 02.02.2021
- FV-stuðulin á kontu 23. desember 14.12.2020
- Útgjaldið úr ALS hækkar 11.12.2020
- Upplatingartíðir um jólini 08.12.2020
- ALS samskiftir umvegis Mínboks 02.12.2020
- We are Temporarely Closed due to the Coronavirus 07.08.2020
- Avgreiðslan stongd fyribils vegna koronavirus 07.08.2020
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 13. juli - 31. juli 06.07.2020
- Koronaskipanin: Pensjonistar missa rættin til lønarískoyti 30. juni 29.06.2020