Avlop hóast stóran miss av fíggjarognunum
Ársroknskapurin hjá ALS fyri 2022 varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í farnu viku, og hann vísir eitt avlop á 24,9 mió. krónur, sum er væl minni, enn tað var árið frammanundan, tá avlopið var 134,1 mió. krónur.
Orsøkin er, at ALS hevði 113,1 mió. krónur í missi av virðisbrævaognunum.
Eginognin hjá ALS er nú komin upp á 1.107 mió. krónur.
Arbeiðsloysið í Føroyum var metlágt í 2022
Í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið bara 0,8%, sum er tað lægsta nakrantíð í Føroyum. Níggjanda árið á rað var arbeiðsloysið í Føroyum í 2022 tað lægsta samanborið við onnur lond í Evropa, og var í 2022 eitt tað lægsta yvirhøvur í øllum heiminum. Tað var bara í teimum trimum londunum, Kambodja, Katar og Niger at arbeiðsloysið í 2022 var lægri, enn tað var í Føroyum.
Lága arbeiðsloysið, nógva virksemið og høgu lønargjaldingarnar síggjast aftur í inn- og útgjøldunum hjá ALS.
ALS-gjaldið var óbroytt – 1% - í 2022, og samlaðu inngjøldini í 2022 vóru 221,3 mió. krónur í mun til 208,3 mió. krónur árið fyri. Vøksturin stavar frá, at samlaðu lønargjaldingarnar vóru hægri í 2022 í mun til 2021.
Samlaðu útgjøldini eru støðugt minkaði síðani 2011, tá ALS rindaði 308,4 mió. krónur í arbeiðsloysisstuðli. Í 2022 vórðu 62,5 mió. krónur rindaðar í stuðli.
Útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli minkaðu við 14,7 mió. krónum úr 43,5 mió. krónum niður í 28,8 mió. krónur. Hinvegin vuksu útgjøldini úr fiskavirkisskipanini úr 24,4 mió. krónum upp í 25,6 mió. krónur.
Útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini er harvið nærum líka stórt sum útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðli. Í desember mánaði 2022 var nærum tvífalt so nógv goldið í arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini sum úr vanligu skipanini.
Skiftisavlopið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 159,6 mió. krónur í mun til 132,4 mió. krónur í 2021.
Starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu við 473 tús. krónum, sum svarar til eina hækking á 3,0%, sum er á leið tað, sum sáttmálalønirnar hækkaðu.
Tað er vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinastu nógvu árini. Samlaðu rakstrarkostnaðirnir vóru 4,3 mió. krónur í 2022, sum er 375 tús. krónur minni enn árið fyri.
Rakstrarkostnaðirnir í 2022 vóru teir lægstu síðani 1995 – í 27 ár – og samanborið við rakstrarkostnaðirnar hjá donskum a-kassum, so var ALS aftur í 2022 væl bíligari enn donsku a-kassarnir at reka.
Samlaðu virðisbrævaognirnar vuksu við 23,8 mió. krónum og vóru 1.059,3 mió. krónur við árslok í 2022.
Mikið órógv hevur verið á altjóða fíggjarmarknaðunum í 2022. Stórar príshækkingar vóru í farna ári, og í eini roynd at tálma príshækkingunum, hækkaðu miðbankarnir renturnar. Prísirnir á bæði parta- og lánsbrøvum lækkaðu, og fyri ALS hevði tað við sær, at avkastið var negativt, minus 10,7%. Tað merkir, at samlaði missurin var 113,1 mió. krónur.
Tað er ein minking á stívliga 136 mió. krónur í mun til 2021.
Ársúrslitið í 2022 var eitt avlop á 24,9 mió. krónur, sum er 109,2 mió. krónur minni enn í 21.
Við árslok var eginognin 1.107 mió. krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.
”Hóast stóra fíggjarmissin og hóast ársúrslitið varð munandi verri enn undanfarna ár, eru stýrið og stjórn nøgd við úrslitið. Bæði skiftisavlopið og úrslitið áðrenn fíggjarpostar var munandi betur í mun til árið fyri, og tað fegnast vit um. Við avlopinum í 2022 er Arbeiðsloysisskipanin styrkt enn meira, langtíðarhaldførið er tryggjað, og skipanin er fíggjarliga væl fyri at standa ímóti bakkøstum, sum kunnu koma”, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS
Leinki til ársroknskapin fyri 2022 : ALS - ársroknskapur 2022
Deil- Upplatingartíðir um jólini 12.12.2024
- Holiday Opening Hours 12.12.2024
- ALS er nú á Vanganum 16.09.2024
- ALS is now on Vangin 16.09.2024
- Summer Holidays: The Office is closed from July 15th to August 2nd 19.07.2024
- 2023 gjørdist eitt gott ár hjá Arbeiðsloysisskipanini 11.07.2024
- ALS-gjaldið og hækkaði fólkapensjónsaldurin 28.06.2024
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 15. juli - 2. august 25.06.2024
- Minst til at fráboða feriu 11.06.2024
- ALS-gjaldið lækkaði 1. januar 28.12.2023
- Upplatingartíðir um jólini 15.12.2023
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 17. juli - 4. august 07.07.2023
- Minst til at fráboða feriu 19.06.2023
- Avlop hóast stóran miss av fíggjarognunum 31.05.2023
- Upplatingartíðir um jólini 19.12.2022
- Metlágt arbeiðsloysi 05.09.2022
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 18. juli - 5. august 14.07.2022
- Jobmatch millum føroyskar arbeiðsgevarar og ukrainskar flóttar 12.05.2022
- Upplatingartíðir um jólini 15.12.2021
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 19. juli - 6. august 05.07.2021
- Skrivstovan í Saltangará letur aftur 16.02.2021
- Útgjaldið verður á kontu í morgin, 3. februar 02.02.2021
- FV-stuðulin á kontu 23. desember 14.12.2020
- Útgjaldið úr ALS hækkar 11.12.2020
- Upplatingartíðir um jólini 08.12.2020
- ALS samskiftir umvegis Mínboks 02.12.2020
- We are Temporarely Closed due to the Coronavirus 07.08.2020
- Avgreiðslan stongd fyribils vegna koronavirus 07.08.2020
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 13. juli - 31. juli 06.07.2020
- Koronaskipanin: Pensjonistar missa rættin til lønarískoyti 30. juni 29.06.2020