Innrita á Vangan
Ukrainar (1)

12.05.2022

Jobmatch millum føroyskar arbeiðsgevarar og ukrainskar flóttar

Seinasta mikudag skipaði ALS í samstarvi við Útlendingastovuna, integratiónssamskiparan hjá Tórshavnar kommunu og umboðum fyri tríggjar arbeiðsgevarar fyri einum jobmatchi á ALS.

10 fólk úr Ukraina luttóku.

Við støði í upplýsingum um teirra førleikar, arbeiðsroyndir og arbeiðsynskir hevði ALS sett seg í samband við tríggjar arbeiðsgevarar, og eitt jobmatch varð fyriskipað.

PM+, Tórshavnar kommuna og Smyril Line luttóku. Og longu undir fyrireikingini til Jobmatchið setti PM+ ein av ukrainunum í starv.

Eitt jobmatch er skipað soleiðis, at tann arbeiðssøkjandi fær høvi at hitta arbeiðsgevarar fyri at kanna starvsmøguleikar.

Arbeiðsgevararnir lýstu teirra virksemi fyri luttakarunum, og síðan vóru starvssamrøður hildnar. Bæði PM+ og Tórshavnar kommuna høvdu starvsfólk, sum dugdu ukrainskt og russisk, og tað sigur kanska nakað um fjøltáttaða føroyska samfelagið, og annars varð tulkur nýttur.

Átakið eydnaðist væl, m.a. sigur Smyril Line: “Tað var ein góður og óformellur møguleiki at hittast. Fyri okkum sum arbeiðsgevari er tað altíð gott at koma í samband við fólk, sum hava áhuga at starvast í samtakinum. Ein luttakari á degnum fer væntandi ein royndartúr við Norrønu í komandi viku.”

Góðu royndirnar frá Jobmatchinum fara at verða nýttar í framtíðini fyri at fáa skjótt og gott samband millum ukrainskar flóttar og føroyskar arbeiðsgevarar.

Deil

Onnur tíðindi