Innrita á Vangan

Skeið í at fara til setanarsamrøðu

25.01.23 mikudagur 09:00

Fá íblástur og lær at fara til setanarsamrøðuna

Fyrsta stigið á vegnum til ta góðu samrøðuna er at sanna, at hon ikki er tað ringasta, sum tú kanst uppliva :)
Eingin orsøk er til at vera nervøs/ur.
Tú skalt á ein fund, har fyritøkan ynskir at via, hvussu væl tú passar inn í teirra ætlanir, starvsfólkahóp og til tær uppgávur, sum skulu loysast. 
Samstundis varnast tú, um tey passa til tín og tínar væntanir til arbeiðið og arbeiðsgevaran.
Tí er tað ikki bert tú, sum er til samrøðu, men báðir partar.

Á skeiðnum tosa vit um:

  • OK at vera spent/ur
  • Hóskandi klæði og reinføri
  • Fyrsta fatanin av tær
  • Samskifti
  • Kropsmál
  • Elevatorrøðan
  • Nógv góð ráð
  • PAR frymil til góðar søgur
  • Spurningar sum tú kanst vænta til setanarsamrøðuna
  • Samrøðu venjing
  • Fyrireikandi spurningar

Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan), Tinghúsvegur 16 í Tórshavn, mikudagin 25. januar 2023 kl. 09.00 - 15.00, inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.

Vit byrja við morgunmati og fáa ábit á døgurða.

Undirvísari: Sam Jakobsen

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 23. januar. Bert nøkur pláss eru tøk, so skunda tær at melda til her: https://als.atgongumerki.fo/webshop/event/1883922/order/main

Deil