Skeið: Fá gagn av tínum styrkjum
Tveir daga skeið fyri øll áhugað, sum eru í ALS.
Á skeiðnum verða upplegg, bólkauppgávur og einstaklingauppgávur. Tú fært høvið at nýta tín kreativitet, títt hugflot, tíni samstarvsevni og tíni evni at hugsavna teg.
Upplegginin taka støði í karakterstyrkjunum hjá VIA (sí www.viacharacter.org).
Arbeitt verður við at læra um styrkirnar hjá tær, og hvussu tær kunnu koma meiri í spæl, bæði í arbeiðshøpi og sum heild í munt til trivnað.
Vit nýta stuttligar og kveikjandi uppgávur sum part av undirvísingini.
Endamálið er, at luttakararnir eftir skeiðið duga betri at seta orð á egnar styrkir og fáa ítøkilig hugskot til, hvussu tey kunnu gagnnýta styrkirnar.
TTK: Gransking vísir, at tað eru nógvir fyrimunir við at arbeiða við sínum styrkjum. Tá vit brúka okkara styrkir:
- Røkka vit lættari okkara málum
- Gerast vit meiri eldhugað
- Betrar tað um persónlig sambond við onnur og parlagið
- Betrast lívsgóðskan
- Eru vit í størri mun á arbeiðsmarknaðinum
- Eru vit longri í sama starvi (trívast betri)
- Fáa vit meiri burturúr av tí vit seta okkum fyri
Vælkomin á skeið. Skeiðið er ókeypis, tryggja tær pláss skjótast tilber.
Nær: 19. og 20. november 2018
Hvar: ALS, Tinghúsvegur 14, 100 Tórshavn
Undirvísari: Fía Lindenskov, kveikjari
Tilmeldingarfreist: Hósdagin 15. november 2018
Tú meldar teg til við at senda ein teldupost til fia@als.fo.
Deil