Skeið í at seta sær mál, at skriva umsókn og CV og at fara til setanarsamrøðu
Vælkomin á 2-daga skeið í at seta tær mál, at skriva umsókn og CV.
At seta sær mál
At seta sær mál og náa málum, eru sera góðir førleikar at hava.
Søgan vísir, at tey mest successfullu hava verið tey, sum mentu teirra førleikar at náða tí, sum tey settu sær fyri.
Vit brúka GoalMapping, sum er eitt sera gott amboð til at seta sær mál og náa sínum málum og dreymum.
GoalMapping hevur síðani 1995 hjálpt yvir 3 mió. fólkum at venda dreymum til veruleika.
Umsókn og CV
Fá íblástur til at skriva eina góða umsókn, sum er júst tín umsókn og serlig fyri júst teg, og sum er beinrakin til tað starv, sum tú søkir og ynskir tær.
Lær at skilja teg frá øðrum umsøkjarum.
Vit tosa um CV'ið - hvat tað er fyri nakað, og hvat eigur at vera við í CV'num, og hvussu neyðugt tað er at hava eitt dagført CV.
Skeiðið verður mána- og týsdagin 27. - 28. august kl. 09.00 - 15.00 í Fjølsmiðjuni hjá ALS, Tinghúsvegur 7 í Tórshavn.
Tilmeldingarfreistin er 20. august.
Tú meldar til her.
Deil