Innrita á Vangan

Ársfundur

31.05.19 fríggjadagur 09:00

Ársfundurin hjá ALS verður í Smæruni í Havn, fríggjadagin 31. mai 2018. Byrjað verður klokkan 08.30 við morgunmati.

Ársfundurin er eitt slag av aðalfundi, har vit seta arbeiðsloysið á breddan, og har vit greiða teimum, ið varða av, frá virkseminum og avbjóðingunum hjá ALS.

Evnið á ársfundinum í ár verður avbjóðingarnar á arbeiðsmarknaðinum við stóru broytingunum í fólkasamansetingini í Føroyum komandi 20–30 árini, har alt fleiri eldri fólk fara at búgva í Føroyum samstundis, sum tað verða lutfalsliga færri yngri á arbeiðsmarknaðinum.

Gestarøðarar verða Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og Djóni Højgaard, cand.polit. og formaður í Búskaparráðnum.

Vit fara at leggja ársroknskapin fyri 2018 fram umframt at lýsa arbeiðsloysið við tølum.

Ársfundurin væntast at vera liðugur á leið klokkan 12.00, og aftan á fundin verður borðreitt við onkrum leskiligum til matna.

SKRÁ
Kl. 08.30 Morgunmatur
Kl. 09.00 Vælkomin, Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður
Kl. 09.15 Ársroknskapur, Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS
Kl. 10.00 Stuttur kaffisteðgur
Kl. 10.15 Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya
Kl. 11.00 Djóni Højgaard, cand.polit., formaður í Búskaparráðnum
Kl. 11.45 Møguligt verður at seta spurningar
Kl. 12.15 Ábit

Deil