Innrita á Vangan

At skriva umsókn og CV

29.06.20 mánadagur 09:00

Fá íblástur til at skriva eina góða umsókn, sum er júst tín umsókn og serlig fyri júst teg. Ein umsókn sum er beinrakin til tað starv, sum tú søkir og ynskir tær.

Vit tosa um CV'ið - hvat er tað fyri nakað, og hvat eigur at vera við í CV'num? Og hvussu neyðugt tað er at hava eitt dagført CV.

Tíð og stað: Fjølsmiðjuni hjá ALS (gamla Losjan) mánadagin 29. juni kl. 09.00,  inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.

Undirvísari: Jóhanna Andreassen, kveikjari á ALS.

Fólk, ið fáa útgjald frá ALS, hava framíhjárætt at luttaka. Skeiðið er ókeypis.

Pláss er fyri 12 luttakarum.

Tú meldar til her.