Craft Psykologi
Ert tú ein av teimum sum má hava stokkarnar við, tá tú skal út ella kanska hevur tú trupult við at leggja amboðini frá tær, áðrenn tú stendur við lidna úrslitinum, tí tað ‘gongur akk so væl’, og tú gloymur tíð og stað eina løtu. Ella hevur tú gloymt tað....? Hettar eru løtur, vit ikki loyva okkum nóg ofta, í einum dagligdegi, sum ofta rennur undan, og alt tað, sum skal gerast, spakuliga tekur yvir, og áðrenn vit vita av, hava vit gloymt, hvat tað var, vit elskaðu at gera, sum gav okkum orku og eina góða kenslu í búkin.
Í hesum sambandi fari eg at hava ein fyrilestur um týdningin av at hava eitt ítriv, sum ein er passioneraður um, hví bindiklubbar eru so væl dámdir, hvat felagsskapurin ger fyri okkum, og síðan fara tit at læra eitt sindur um motivatión, trivnað, flowteori, og kanska fara vit at gera eina mindfullness venjing☺️
Vit byrja kl.09.00 við kaffi og onkrum løttum afturvið, og tit fáa ein góðan bita á døgurða. Og so koyra vit á til kl.15.00.
Møtið fjølment (og takið endiliga stokkarnar við ;)
Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan) mánadagin 22. juni kl. 09-15, inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.
Undirvísari: Sólvør Helgadóttir, samskipari á kreativu breyt.
Fólk, ið fáa útgjald frá ALS, hava framíhjárætt at luttaka. Verkstovan er ókeypis.
Pláss er fyri 12 luttakarum.
Tú meldar til her.
Deil