Innrita á Vangan

Fjarskeið: Kenn tínar styrkir - betra um lívsgóðskuna

14.05.20 hósdagur 09:00

Nú hevur tú møguleika at luttaka á skeiði hjá ALS heima hjá tær sjálvum. Tí hósdagin 14. mai kemur Fía Lindenskov, kveikjari á ALS, at skipa fyri fjarskeiðnum “Kenn tínar styrkir – betra um lívsgóðskuna”.

Á skeiðnum lærir tú um styrkirnar hjá tær, og um hvussu tú fært gagnnýtt styrkirnar, bæði í arbeiðshøpi og sum heild í mun til trivnað. Test og framløgurnar taka støði í karakterstyrkjunum hjá VIA Institute on Character, les meiri her www.viacharacter.org

Skeiðið er skipað við framløgum, uppgávum og so nógvum samskifti, ið tøknin loyvir.

Tú fært høvið at nýta tín kreativitet, títt hugflog og tíni evni at hugsavna teg.

Endamálið er, at tú eftir skeiðið dugir betur at seta orð á egnar styrkir og fært ítøkilig hugskot til, hvussu tú kanst gagnnýta styrkirnar. Tá tú nýtir tínar styrkir dagliga, hevur tú møguleikan at blóma og liva tað lívið, ið tú ynskir.

Gransking vísir á nógvar fyrimunir við at gagnnýta tínar styrkir, eitt nú:

  • røkka vit lættari okkara málum
  • gerast vit meiri eldhugað
  • betrar tað um persónlig sambond við onnur
  • betrast parlagið
  • netrast lívsgóðskan
  • eru vit í størri mun á arbeiðsmarknaðinum
  • eru vit longri í sama starvi
  • fáa vit meiri burturúr av tí, vit seta okkum fyri.

Forvitin? Kom á fjarskeið

Nær: 14. mai 2020. Kl. 09-15

Hvar: Fjarskeið. Tú fært eina leinkju sendandi, tá tú hevur meldað teg til skeiðið

Teilmeldingarfreist: 11. mai 2020

Luttakarar: Fólk, ið fáa útgjald frá ALS, hava framíhjárætt. Pláss er fyri 10 luttakarum.

Kostnaður: Ókeypis

Undirvísari: Fía Lindenskov, kveikjari

Tú meldar til við at senda Fíu ein teldupost: fia@als.fo.

Deil