Goal Mapping
“GOAL MAPPA tínar PERSÓNLIGU DREYMAR og ger teir til veruleika”
Síðan 1995 hevur Goal Mapping hjálpt stívliga 4 milliónum kvinnum og monnum at gera dreymar til veruleika.
Goal Mapping er ein víðfevnd og beinrakin leiðbeining til, hvussu tú á besta hátt setir tær mál og røkkur teimum.
Hettar er kynstrið yvir øllum kynstrum. Søgunar fremstu kvinnur og menn hava altíð verið tey, ið høvdu eitt íborið hegni at seta sær mál og harvið evnir og amboð til at avrika.
Hvørt talan er um førandi altjóða virksemi, undirvísing fyri ung og vaksin, yrkisítróttafólk, kropsliga vælveru og kostráðgeving ella munagóð úrslit í gerandisdegnum sum heild.
Goal Mapping hevur hjálpt fólki úr øllum samfelagsstættum at fremja sínar dreymar í verki.
Goal Mapping er tín stuðul og vegleiðing til góðu úrslitini og harvið góða lívið.
Úr innihaldinum á skeiðnum, kann nevnast:
- Goal Mappa tína lívsleið
- Møguleikar í broytingum
- Ágóðar og mátturin av jaligari hugsan
- Hugburður – Árgrýtni – Sjálvsálit
Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan) mánadagin 8. juni kl. 09-15, inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.
Undirvísari: Sam Jakobsen, kveikjari.
Fólk, ið fáa útgjald frá ALS, hava framíhjárætt at luttaka. Skeiðið er ókeypis.
Pláss er fyri 12 luttakarum.
Tú meldar til her.
Deil