Innrita á Vangan

Grafisk Fasilitering

15.06.20 mánadagur 09:00

Kundi tú hugsað tær at lært at miðla tín boðskap lættari? Kom so á skeið í “Grafiskari Fasilitering”.

Grafisk fasilitering er eitt amboð, ið ger, at áhoyrararin festir seg betri við tað, ið verður sagt. Hettar er eitt hent amboð at nýta til eitt nú fundir, framløgur, próvtøkur, røður ella kanska setanarsamrøðuna.

Eisini ger grafisk fasilitering tað lættari at gera eitt nú plakatir, innbjóðingar og skeltir.

Orsøkin til at grafisk fasilitering er eitt so gott amboð er, at heili okkara festir seg lættari við myndir enn við tekst og tøl.

Dugir tú grundleggjandi grafiska fasilitering ber til at hava eina framløgu uttan at nýta teldu og uppvørpu.

Á skeiðnum lærir tú við papír og “tussj” grundleggjandi grafiska fasilitering.

Øll kunnu luttaka á skeiðnum, eingin tørvur er á at duga at tekna frammanundan.

Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan) mánadagin 15. juni kl. 09-15, inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.

Undirvísari: Fía Lindenskov, kveikjari.

Skeiðið er fyri fólk, ið eru í skipanini hjá ALS. Skeiðið er ókeypis.

Pláss er fyri 12 luttakarum.

Tú meldar til her.