Innrita á Vangan

Íverkset títt arbeiðslív

17.06.19 mánadagur 09:00

Stutt eftir, at tú eru vorðin arbeiðsleys/ur, fært tú boð um at møta til eitt byrjunarskeið saman við øðrum arbeiðstøkum í ALS.

Skeiðið, sum kallast ”Íverkset títt arbeiðslív”, varar í fýra dagar. Her verður sjóneykan m.a. sett á arbeiðsmøguleikar, at søkja starv, varpa ljós á tínar styrkir og at skriva eina góða starvsumsókn og CV.

Byrjunarskeiðið gevur tær eitt gott grundarlag og betrar um møguleikarnar at koma skjótari út í títt næsta starv.

Skeiðið er í tíðarskeiðnum kl 9 til 15 allar fýra dagarnar.