Innrita á Vangan

Íverksetara kveiking

11.04.19 hósdagur 09:00

Ein-daga skeið til tín, sum ynskir at kveikjast - hoyra og læra meiri um at byrja egið virksemi.

Skeiðið er til tín sum:

  • Ert forvitin eftir at royna okkurt nýtt og spennandi.
  • Vil sleppa at brúka og menna tíni skapandi íverksetaraevni.

Vit hoyra um og royna amboðini:

  • Business Model Canvas
  • Vakstrarhjólið (StartupWheel/GrowthWheel)
  • Vakstrarørk

Skeiðið er ALS á Tinghúsvegi 14, 11. apríl kl. 9.00 -15.00

Melda til við at trýsta á hesa leinkjuna. Tilmeldingarfreistin er 4. apríl.