Jobmatch
ALS skipar fyri jobmatch í hølunum hjá okkum í Saltangará.
At finna røttu starvsfólkini er ein krevjandi partur av arbeiðinum hjá flestu fyritøkum. Vit í ALS vilja avgjørt hjálpa arbeiðsgevarum at finna røttu starvsfólkini – og umvent.
Eitt av amboðunum er jobmatch.
ALS skipar javnan fyri jobmatch, har arbeiðsgevarar og arbeiðstøk fáa høvi at hitta hvør annan til eitt prát um arbeiðsmøguleikar.
Endamálið er at finna rætta matchið millum arbeiðsgevara og arbeiðstøk, soleiðis at báðir partar fáa okkurt burturúr.
Arbeiðsgevarin fær møguleikan at greiða gjøllari frá virksemi teirra, starvinum, sum tey leita eftir fólki til, og hvat tey kunnu bjóða og vænta av fólki. Møguligt er beinanvegin á staðnum at hava setanarsamrøður. Arbeiðsgevarin eigur sjálvandi endaligu avgerðina, um hann setur nakran ella ikki.
Deil