Kenn tínar styrkir - betra um lívsgóðskuna
Á skeiðnum lærir tú um styrkirnar hjá tær, og um hvussu tú fært gagnnýtt tær, bæði í arbeiðshøpi og sum heild í mun til trivnað. Test og framløgurnar taka støði í karakterstyrkjunum hjá VIA Institute on Character, les meiri her www.viacharacter.org
Skeiðið er skipað við uppleggum. Bólka og einstaklinga uppgávum.
Tú fært høvið at nýta tín kreativitet, títt hugflog og tíni evni at hugsavna teg.
Endamálið er, at tú eftir skeiðið dugir betur at seta orð á egnar styrkir og fært ítøkilig hugskot til, hvussu tú kanst gagnnýta styrkirnar. Tá tú nýtir tínar styrkir dagliga, hevur tú møguleikan at blóma og liva tað lívið, ið tú ynskir.
Gransking vísir á nógvar fyrimunir við at gagnnýta tínar styrkir, eitt nú:
- Røkka vit lættari okkara málum
- Gerast vit meiri eldhugað
- Betrar tað um persónlig sambond við onnur
- Betrast parlagið
- Betrast lívsgóðskan
- Eru vit í størri mun á arbeiðsmarknaðinum
- Eru vit longri í sama starvi
- Fáa vit meiri burturúr av tí, vit seta okkum fyri.
Forvitin? Kom á skeið.
Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan) fíggjadagin 26. juni kl. 09-15, inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.
Undirvísari: Fía Lindenskov, kveikjari.
Fólk, ið fáa útgjald frá ALS, hava framíhjárætt at luttaka. Skeiðið er ókeypis.
Pláss er fyri 12 luttakarum.
Tú meldar til her.
Deil