Innrita á Vangan

Kom á skeið í plantuprent

15.09.20 týsdagur 09:00

Í døgunum 15. – 17. september hevur tú møguleika at luttaka á skeiði í plantuprent á Kreativu breyt í Fjølsmiðjuni.

Plantuprent er ein heilt serligur háttur at prenta plantur á stoff. Við at nýta turkaðar og pressaðar plantur, fáa vit tey flottastu og litríkastu prentini.

Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan) týsdagin 15. - 17. sept. kl. 09-15.

Undirvísari: Sólvør Helgadóttir, breytasamskipari á kreativu breyt.

Skeiðið er fyri fólk, ið eru í skipanini hjá ALS. Skeiðið er ókeypis.

Hevur tú nakrar spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Sólvør á tel. 299545.

Tú meldar til skeiðið við senda ein teldupost til Sólvør á solvore@als.fo.