Innrita á Vangan

Setanarsamrøðan

02.07.20 hósdagur 09:00

Setanarsamrøðan

- Virkin verkstova

Ein dagur við góðum ráðum og íblástri til, hvussu ein setanarsamrøða eydnast væl, og hvussu tú klárar teg væl til samrøðuna.

Tú lærir m.a. um kroppsmál og um hvussu best er at bera seg at til setanarsamrøðuna.

Vit venja samrøður og geva persónliga afturmelding.

Skeiðið verður í Fjølsmiðjuni hjá ALS (gomlu Losjuni) 3. juli kl. 09.00 - 15.00. Inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.

Undirvísari verður Fía Lindenskov, kveikjari.

Fólk, ið fáa útgjald frá ALS, hava framíhjárætt at luttaka. Verkstovan er ókeypis.

Pláss er fyri 12 luttakarum.

Melda til her.