Innrita á Vangan

Skeið í at seta tær mál og at náa tínum málum

03.12.20 hósdagur 09:00

GOAL MAPPA TÍNAR PERSÓNLIGU DREYMAR OG GER TEIR TIL VERULEIKA

Vælegnað amboð til tín, sum ynskir at seta tær mál.

Síðan 1995 hevur Goal Mapping hjálpt yvir 4 milliónum fólkum at gera dreymar til veruleika.

Goal Mapping er ein einføld og beinrakin leiðbeining til, hvussu tú setir tær mál og røkkur teimum.

Kvinnur og menn, sum hava verið á toppinum, hava altíð verið tey, ið dugdu at seta sær mál, og harvið havt evnir og amboð til at avrika.

Goal Mapping er sera vælegnað fyri vaksin og ung. Til starvsøkjandi, ítróttafólk, kropsliga vælveru. Í vinnuni, í skúlum, innan tónleik, ella til munagóð úrslit í gerandisdegnum á øllum økjum.

Goal Mapping hevur hjálpt fólki úr øllum samfelagsstættum at fremja sínar dreymar í verki.

Goal Mappið er tín stuðul og vegleiðing til góðu úrslitini og harvið góða lívið.

Úr innihaldinum:

  • Goal Mappa tína lívsleið og tíni úrslit
  • Møguleikar í broytingum
  • Ágóðar og mátturin av jaligari hugsan
  • Avleiðigar av neiligari hugsan
  • Hugburður -Ágrýtni -Sjálvsálit
  • Hvess tína tilvitsku
  • Menn tilvitið um møguleikar
  • Finn javnvág
  • Hav eina ætlan

Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan) hósdagin 3. desember kl. 09-15.
Inngongd frá Bøkjarabrekku. Vit byrja við morgunmati og fáa ábit á døgurða. Skeiðið er ókeypis.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 2. desember.

Tú meldar til við at senda teldupost til: fia@als.fo

Undirvísari er Sam Jakobsen Goal Mapping facilitator og altjóða Goal Mapping Life Coach.

Deil