Starvsprát í Saltangará
Starvsprátið verður í hølunum hjá okkum í Saltangará kl. 10.00 og 13.00.
Øll nýggj í skipanini verða kallað inn til starvsprát hjá ALS. Hetta hendir vanliga innan fyri ein mánað eftir, at tú ert skrásett/ur arbeiðsleys/ur.
Fyrri parturin av starvsprátinum er felags kunning til teirra, sum eru kallað inn. Her upplýsir ALS um tænastur, m.a. arbeiðstilboð, starvsvenjing og skeið. Eisini verður kunnað um reglur og skyldur, t.d. treytir fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul, og hvat tað inniber at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum.
Seinni parturin er eitt prát hvør sær við eitt starvsfólk hjá ALS. Her tosa vit m.a. um tíni arbeiðsynski, tínar førleikar, hvussu gongst at søkja starv, og um tað eru ávís viðurskifti, tú kundi hugsað tær vegleiðing/ráðgeving í.
Við starvsprátinum fær ALS betri og dagførdar upplýsingar um tína støðu, og hetta gevur betri møguleikar at finna rætta starvið.
Deil