Innrita á Vangan

Tekniskeið

06.07.20 mánadagur 09:00

Kom og fá innlit í tekning og nakrar av teimum nógvu mátunum, ið verða nýttir til henda fantastiska miðil, har man av sonnum kann siga, at tað bert er hugflogið, sum setir mørkini.

Á skeiðnum arbeiða vit við ymsum teknikkum og royna ymiskt tilfar s.s. kol, blýant, tussj o.a. Um veðrið loyvir tí, fara vit møguliga út at tekna, umframt at vit síggja onkran áhugaverdan stuttfilm um evnið. 

Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan) mánadagin 6. juli kl. 09-15, inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.

Undirvísari: Niels Jensen, breytasamskipari á timburbreytini.

Fólk, ið fáa útgjald frá ALS, hava framíhjárætt at luttaka. Skeiðið er ókeypis.

Pláss er fyri 12 luttakarum.

Tú meldar til her.