Vanaskeið
”Vani bítur best – Vani er hálva lívið”, sigur orðatakið.
Hvat er ein vani, hvat er ikki ein vani, og hvat gera vanar við lívsleið okkara?
Ein vani kann síggjast sum ein rás – jú sterkari vanin gerst, tess meira fánar grasið burtur.
Á vanaskeiðnum arbeiða vit við handfaring av vanamynstri, sum kann forða okkum at koma aftur í arbeiði ella at velja nýggja arbeiðs-/ útbúgvingarleið.
Viðskiftafólkini fáa á skeiðnum førleikar at broyta egið vanamynstur, og farið verður í djúpdina við svart-hvítari hugsan, forðingum, nýggjum gagnligum sannføringum og loysnum.
Eisini verður arbeitt við uppgávum, sum stuðla vanabroytingum.
Vit byrja við morgunmati kl. 09.00 og ábit verður á middegi.
Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan) mikudagin 17. juni kl. 09-15, inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.
Undirvísarar: Snorri Patursson, breytasamskipari, og Sam Jakobsen, kveikjari.
Fólk, ið fáa útgjald frá ALS, hava framíhjárætt at luttaka. Skeiðið er ókeypis.
Pláss er fyri 12 luttakarum.
Tú meldar til skeiðið her.
Deil